Tað var uttan iva ein serlig løta í gjárkvøldið, tá Krabbameinsfelagið skipaði fyri aðalfundi. Fyri fyrstu ferð síðani 1992 skuldi nýggju formaður veljast, og fyri fyrstu ferð nakrantíð, tók ein av stovnarum felagsins ikki við afturvali.
Bæði Jákup N. Olsen, ið hevur verið formaður síðani 1992 og nevndarlimur síðani 1987, og Agnar á Dul, ið hevur verið kassameistari síðan felagið varð stovnað í 1979, takkaðu fyri seg.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður hendan tøkkin borin til teir báðar, nú teir hava lagt frá sær.
- Tað er við sorgblídni, at vit siga tykkum báðum takk fyri tíðina í Krabbameinsfelagnum.
- Takk fyri sera gott samstarv, tykkara trúfesti og alt tað, tit hava gjørt fyri felagið hesi nógvu árini. Jákup hevur sitið í nevndini síðan 1987 og verið formaður síðan 1992, og Agnar hevur verið kassameistari, síðan felagið varð stovnað í 1979.
- Tit hava verið drívmegin í felagnum. Eldsálir, ið brenna fyri teimum krabbameinsraktu. Tykkara mál hevur alla tíðina verið at bøta um umstøðurnar hjá hesum sjúklingabólki. Tit hava lagt ótrúliga nógva orku og frítíð í hetta sjálvbodna arbeiðið.
- Vit ynskja tykkum alt tað besta og blíðan byr.