- Vit hava eisini víst á, at Rúsan kann hava egna inngongd til handilin, um annað ikki er møguligt. Vit vilja bara ikki, at alt verður vavt saman. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Millum málini, sum skulu viðgerast í dag, er lógaruppskotið hjá Miðflokkinum, at Rúsan skal flyta úr Miðlon í Havn, og annars ikki sleppa at hava handlar í hølum, har aðrir handlar eru.
Gerhard Lognberg segði í gjár, at tað tykist sum, at onkur gongur ørindir fyri onkran, men hesum vísir Bill Justinussen staðiliga aftur.
- Vit ganga bara ørindir fyri okkara samvitsku og veljararnar, so eg skilji ikki reiðiliga hatta, sigur Bill Justinussen.
Tingmaðurin fyri Miðflokkin sigur eisini, at tað er vónleyst at siga, hvat hann væntar sær av viðgerðini í dag.