Teir í ferðalagnum hjá B36 høvdu ein róligan dag týsdagin. Tá vit týskvøldið frættu frá teimum, høvdu teir nýtt tað mesta av degnum til at spáka eftir gøtunum í Keypmannahavn. Um kvøldið høvdu teir so verið á Brøndby Stadion, har heimaliðið spældi Champions League undankappingardyst móti týska Hamburger SV.
Kunnu læra av HSV
Vónandi kunnu teir hjá B36 taka við læru av júst hesum dysti. Her var tað nevnliga soleiðis, at meðan tað vóru teir á heimaliðnum, sum størsta partin áttu trýstið, so eydnaðist tað móti endanum gestunum at skjóta tvey mál. Ein dystargongd, sum havnarmenninir helst einki hava ímóti at gera eina endurtøku av.
Sum nevnt, so høvdu B36 leikararnir frí týsdagin, men í gjár var aftur venjing á skránni. Sum vit skiltu á lagnum, so var talan um tvær lættar venjingar, harav tann um kvøldið skuldi ganga fyri seg á Gladsaxe Stadion. Annars vandu teir eisini eina ferð sunnudagin og tvær ferðir leygardagin, so alt í alt munnu fyrireikingarnar hava verið so góðar, sum til ber.
Eru væl fyri
Hava fyrireikingarnar verið góðar, so kann tað sama ikki sigast um tey úrslit, sum B36 hevur fingið í heimligu kappingini seinasu tíðina.
Hóast hetta, so var lagið sera gott undan dystinum, og vónirnar um eitt gott úrslit høvdu teir so avgjørt eisini við sær.
Jens Kristian Hansen, sum er liðskipari á liðnum, sigur seg ikki tora at gita um nakað úrslit, men hinvegin tóktist hann sannførdur um, at talan fór at gerast um eitt gott úrslit. Hann helt, at leikararnir tóktust vera væl fyri, og burtursæð frá Bjarna Prior, sum framvegis er skaddur, vóru allir mans tøkir. Darius Magdisauskas hevur fingið bruna í stórutá og hevur ikki vant, men teir vónaðu tó, at eisini hann var tøkur til dystin.
Nógv at vísa á
At teir hjá B36 hava góðar vónir undan dystinum, hongur ivaleyst eisini saman við, at tað hevur eydnast teimum fyrr at fáa góð úrslit á útivølli í europeiskum høpi.
Tá teir á fyrsta sinni luttóku í europeiskum høpi í 1992, var um reppi at teir komu víðari, men teir taptu kortini samanlagt 2-1 fyri Avenir Beggen úr Luxemburg. Eisini í fjør var nær við, at okkurt spurdist burtur úr, men eftir at hava tapt 0-1 í Turkalandi fyri Ankaragücu, taptu teir eisini heimadystin við somu tølum.
Eydnast tað eisini hesu ferð at skapa eitt gott útgangsstøði undan heimadystinum, má hetta metast at vera eitt sera gott úrslit. Til stuttleikar kann nevnast, at serfrøðingarnir hjá donsku Tipstænastuni so avgjørt ikki rokna við, at føroyingarnir kunnu gera nakrar skreytir í dystinum. Einasti møguleiki fyri at spæla upp á dystin er við sonevndum »handicap spæli«, har pengarnir bert fáast aftur 1,45 ferð, um AB vinnur við minst trimum málum.