Hava tosað alt ov lítið um tilfeingisgjald

Spurningurin er, hvat tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni skal brúkast til, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

Nú vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan, er tað ein spurningur, sum alt ov lítið verður tosað um. Og tað er hvat tilfeingisgjøldini frá fiskivinnuni yvirhøvur skulu brúkast til.

 

Í hesum sambandi er spurningurin um tey fara beint á fíggjarlógina til vanliga nýtslu, ella um tey verða sett í ein búskapargrunn, sum kann tryggja okkum ein støðugari búskap.

 

Og í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ongin ivi um, hvat tey halda vera rætt, tí tey mæla staðiliga til, at tilfeingisgjaldið verður sett í ein Búskapargrunn. Men tey ásanna samstundis, at hetta eftir uppskotinum um eina nýggja fiskivinnuskipan, er hetta ikki ætlanin

 

Í Føroya Arbeiðsgevarafelagið siga tey, at verður tilfeingisgjaldið sett í ein búskapargrunn, kann hann verða ein stoytdoyvari í føroyska búskapinum og tryggja hann ímóti ov stórum sveiggjum.

 

Tey siga, at tað fer at vera stórur munur á, hvussu nógv fer at fáast inn í tilfeingisgjøldum frá ári til ár. Men verða tey sett í ein búskapargrunn, ber til at brúka hann til at til at tryggja búskapin ímóti ov stórum sveiggjum

 

Úrslitið kann eisini vera, at búskapargrunnurin kann brúkast til at gera íløgur í at bøta um haldførið í búskapinum.

 

Eyðkennið fyri fiskivinnuna er, at hon er merkt av stórum sveiggjum, tí at marknaðarprísurin broytist og tí at fiskiskapurin er skiftandi.

 

Men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at tað er klókt at fíggjarlógin skal vera tengd at sveiggjum í búskapinum, heldur enn at føra ein politikk, sum kann tryggja eina støðugan búskap.  

 

Arbeiðsfelagið heitir tí staðiliga á vinnunevndina og løgtingið alt, um at broyta uppskotið soleiðis, at tilfeingisgjaldið verða lagt í Búskapargrunn. Og so kann støða takast, hvussu hesar grunnurin kann nýtast til at tryggja ein støðugan, føroyskan búskap.