Hava tey óføddu ongan løgmann?

Í tveimum síðum í vikuskiftissosialinum verður fosturtøkuspurningurin viðgjørdur, men bert einaferð verður høvuðspersónurin, hann sum bøtur við lívinum um fosturtøka verður gjørd, nevndur

Blaðfólk, læknar og enntá hægsti maður landsins, løgmaður, tykjast ikki vita, at mitt í tí drama, sum fosturtøkan er, liggur eitt lítið barn. Ein komandi føroyingur liggur hjálparleysur og bíðar eftir dómi teirra "vísu"- man eg fáa loyvi at liva? Verður mær unt atgongd til tær Føroyar, sum móður, pápi, systkin, løgmaður og læknin fingu loyvi at verða borin í. Ella munnu hesi vísu fara at loysa sosialu trupulleikarnar hjá mammu/foreldrum mínum við at ofra meg?

Fer læknin at leggja til rættis loysn á tí trupulleika, sum dreiv mammu/foreldur míni til hansara? Fer hann at fáa til vega ta hjálpina, teimum tørvar, so eg verði føddur. Ella man hann, sum læknin í Sosialinum, fara at viðgera meg sum ein avgreiðsluspurning og við undirskrift sínari døma meg í deyðan?

Eru Føroyar ikki eitt rættartrygt samfelag, eitt samfelag, har øll kunnu kenna seg trygg. Ella eri eg sum fostur útilokað frá teim lógum, sum verja øll hini? Kann eg við einfaldari undirskrift frá læknum dømast til deyða, uttan rættargongd og uttan at hava gjørt nakað skeivt? Ella er tað, at ynskja sær lívið, vorðið eitt brotsverk?

Hví nevna tey meg ikki í greinini í Sosialinum - uttan bert hin eini, sum púra rætt vísir á, at eg jú eri ein framtíðar føringur. Hví nevnir løgmaður meg ikki, ella læknarnir ella blaðkvinnan. Hví tosa tey um mammu uttan at nevna meg. Eg eri jú her, um tit vilja kunnu tit hoyra hjarta mítt sláa. Beint nú spæli eg í tí trygga umhvørvinum Gud hevur givið mær, vaksi meg sterkari fyri hvønn dag og gleði meg at síggja tykkum.

Ein størri bústað, ein tíðaravmarkaðan fíggjarligan ella persónliga stuðul, læknaliga ella aðra hjálp- tað er tað einasta mammu, pápa og mær tørva. Men tit bjóða mær deyðan? Hvat hugsa tit fyri tykkum? Hvat um mamma tykkara, pápi tykkara ella hann, sum var løgmaður, tá tit vórðu fødd, hugsaði sum tit? Hvar vóru tit so í dag?

Eru Føroyar ikki millum ríkastu tjóðir í heiminum?

Svarið heimskenda móður Theresa gevur er nei. Hon metti vesturheimin vera heimsins fátækasta øki og um fosturtøku segði hon m.a.: tryggasta stað barnsins átti at verði í lívi móður sínar. Hjá tykkum er tað vorðið tað vandamiklasta. Tað er av sonnum fátæksligt!