Hava tørv á 375 milliónum – fáa 3 milliónir

Landsverk metir, at viðlíkahald má gerast á vegum, brýr og tunlum fyri 375 milliónir krónur, men fáa minni enn eitt prosent av tí í nýggja fíggjarlógaruppskotinum.

Tað er vorðin ein afturvendandi søga á hvørjum ári hjá Landsverki. Upplýst verður, at neyðugt er at brúka hundraðtals av milliónum, um man ynskir at viðlíkahalda teir vegir, brýr og tunlar, ið eru í landinum, men á hvørjum ári, tá fíggjarlógin verður samtykt, er upphæddin sett av til viðlíkahald bert umleið einum prosenti av tí, ið verður biðið um.


Í ár er heldur einki undantak. Meðan almenni stovnurin metir, at tørvur er á at gera viðlíkahald fyri 375 milliónir, um verandi vegir, tunlar og brýr skulu lúka øll dygdar- og trygdarkrøv, so er einans tríggjar milliónir krónur settar av til slíkt arbeiði í fíggjarlógini í ár.


Talan er um somu upphædd sum í fjør, men meðan ein lítil partur verður játtaður á hvørjum ári til viðlíkahaldsarbeiði, so einans hækkar eftirsleipið. Meðan eftirsleipið á undirstøðukervi landsns í fjør varð mett at vera um 361 milliónir krónur, so er metingin í ár tann, at neyðugt er at gera viðlíkahald fyri 375 milliónir krónur. Ein hækking á 14 milliónir krónur.


Í ársfrágreiðingini hjá Landsverki verður manglandi játtanin eisini nevnd, og verður har víst á, at við eini játtan, ið er tíggju ferðirnar hægri, so hevði tað hvørt fall borið til at halda verandi støði.


- Umframt leypandi viðlíkahald skal heintast inn eitt stórt eftirsleip, ið bara veksur ár undan ári, so leingi neyðugur peningur ikki verður fingin til vega. Samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum er í løtuni mett at vera umleið 375 mió. krónur. Hetta svarar til 8,5 ferðir árligu rakstrarjáttanina, meðan hini Norðurlondini liggja millum 1,2 og 2,6 ferðir árligu rakstrarjáttanina. Sostatt hava Føroyar upp í sjey ferðir størri eftirsleip enn tey londini, vit samanbera okkum við. Landsverk metir, at við eini játtan, sum er 30 mió. krónur hægri enn í dag, ber til at halda stand, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini.


Í fíggjarlógaruppskotinum verður kortini staðfest, eins og undanfarnu ár, at neyðugt er við munandi hægri játtanum næstu árini til viðlíkahald og dagføring av brúm og tunlum.