Hava stolið útgerð av einum virki í Vági

Løgreglan kannar málið – men veit ikki nær útgerðin er stolin

Um miðdagsleitið í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá stuldri av einum virki í Vági. Løgreglan sigur, at tað er ymisk útgerð, sum er stolin – men tað eru lutfalsliga stórir lutir, sum fólk ikki fáa havt uppi á sær. Løgreglan sigur, at tveir stórir vakuumpakkarar eru ímillum útgerðina, sum er tikin.

Men tann stóri trupulleikin er, at eingin veit nær útgerðin er tikin, tí tað kann verða hent nær sum helst hendan seinasta mánaðin, ella so. Tað er heldur ikki akkurát so knívskorið, hvør hevur havt atgongd til virkið. Men løgreglan, sigur, at nú fara tey at gera tær viðkomandi kanningarnar í málinum.