Løgreglan hevur nú fingið eina fráboðan afturat um at olja er stolin úr einu tanga.
Í gjár skrivaðu vit, at løgreglan kannaði tvey mál, har heilt fitt av olju var stolin.
Í einum føri vórðu einir 750 litrar av diesel stolnir úr einum á byggiplássinum hjá J&K Petersen í bátahylinum á Borðoyavík. Tey halda, at tað onkutíð ímillum 23. mars og 8. apríl, at hetta er stolið.
Og í hinum vørum varð boðað frá, at einir 700 litrar av olju vóru stolin úr einum tanga í einum privathúsum í Klaksvík.
Og løgreglan sigur, at tá ið hetta kom fram, ringdu tey úr einum øðrum húsum, somuleiðis norðanfyri, at boða frá, at eisini frá teimum var olja stolin.
Og tað er alt um nøkunlunda somu tíð, at øll oljan er stolin. Í hesum føri var tað helst beint fyri páskir, at oljan er stolin.
Oljufýrið steðgaði skírishósdag, 9. apríl, men tá ið tey skulu fylla á tangan aftur, varnaðust tey, at spunslið varð leyst. Tað var skrúvað av, men so bara lagt oman á aftur. Tey meta at einir 300 - 350 litrar av olju, sum er stolin úr tanganum.
Løgreglan sigur, at fyribils standa tey á bersum, men tey vóna, at onkur hevur sæð okkurt, sum kann geva teimum nakað at abeiða við.











