Tunnilsliðini, ið bora nýggja undirsjóvartunnilin, ið verður nýggja høvuðsfarleiðin millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, hava higartil sprongt um ein triðing av samlaða tunlinum, ið er umleið 3.770 metrar. Tað skrivar tunnilsfelagið á Facebook í dag.
Arbeitt verður av øllum alvi at gera tunnilin lidnan, nú einans tvey ár eru til, at tað skal vera koyrandi undir Tangafjørð og Skálafjørð, og í síðstu viku sprongdu arbeiðsliðini tilsamans 131 metrar.
Av teimum 131 metrunum vórðu 54 av teimum sprongdir á Hvítanesi, har higartil 1.807 metrar eru sprongdir. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 43 metrar og eru tilsamans 153 metrar sprongdir har, meðan tað frá rundkoyringini og móti Rókini blivu sprongdir 34 metrar. Tilsamans eru 185 metrar sprongdir móti Rókini, upplýsir tunnilsfelagið.