Búskapur
61 milliónir minni í kommunukassan. Tað er status hjá Tórshavnar Kommunu, tá tølini fyri kommunalar skattainntøkur í 2009 verða lisin.
Valigi persónsskatturin gevur høvuðsstaðnum eina minniinntøku á góðar 11 milliónir, og hartil er partafelagsskatturin fyri 2008 – sum verður innkravdur nú – 50 milliónir lægri, enn hann var fyri 2007.
- Hetta eru stórar lækkingar, men vit hava í stóran mun lagt upp fyri hesum í arbeiðinum við at gera smíða fíggjarætlan, sigur Ingibjørt Berg, kommunustjóri.
- Longu tá fíggjarætlanin varð gjørd, høvdu vit lækkað inntøkumetingarnar heilt nógv. Og tá vit í vár sóu greið tekin um, at inntøkurnar helst lækkaðu enn meira, vórðu fleiri sparingar framdar í rakstrinum. Tí er støðan í dag, at tað er hampuliga gott samsvar millum ætlað og staðfest tøl, sigur Ingibjørg Berg, sum leggur afturat, at gjaldførið hjá kommununi á ongan hátt er hótt.










