Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skrivað sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Pablo kemur bæði at vera klubvenjari og landsliðsvenjari.
Pablo, ið er ættaður úr Argentina, kemur at standa fyri regluligum venjingum fyri bæði børnum og eldri á vallunum í Gundadali. Fyrsta venjingin verður fyrst í apríl - kunnað verður meira um hetta á facebook-síðu felagsins.
Umframt at vera klubvenjari fyri Havnar Tennisfelag, verður Pablo Merin eisini landsliðsvenjari. Oyggjaleikirnir á Gibraltar standa fyi framman. Fyrireikingarnar eru byrjaðar og landsliðið verður úttikið í næstum.
Spennandi ætlanir eru annars fyri framman hjá tennisítróttini. Ætlanin er at skifta undirlagið á vallunum í Gundadali út við graslíki, ið hóskar seg betur til veðurlagið her heima. Ljósmastrar skulu setast upp so spælast kann longri út á árið, og eisini er ætlanin at byggja eitt klubhús, sum m.a. fer at gera tað høgligari at spæla tennis og styrkja um felagsskapin.
Tíðindaskriv