Hava søkt um limaskap í »Council of European Municipalities and Regions«

Kommunusamskipan Føroya samtykti á stýrisfundi fríggjadagin 29.oktober at søkja um atlimaskap í felagsskapinum »Council of European Municipalities and Regions« (CEMR), ið er størsti felagsskapur í heiminum fyri kommunufeløg og regionalar myndugleikar.

Seinast í september mánað í ár var stýrið í Kommunusamskipan Føroya á fundi í Brússel við leiðsluna fyri Council of European Municipalities and Regions. Endamálið við fundinum var millum annað at kanna møguleikarnar hjá Kommunusamskipanini fyri limaskapi í felagsskapinum.

Síðani er fyrireikingar farnar fram, og fríggjadagin 28 oktober avgjørdi eitt samt stýri í Kommunusamskipan Føroya at senda CEMR umsókn um atlimaskap.

CEMR, er Felagið fyri kommunufeløg í Evropa. CEMR varð stovnað í Geneve longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum størru evropeisku býum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í øllum teimum Evropeisku londunum. CEMR vil tryggja, at lokal áhugamál eisini verða hoyrd í einum Evropa samveldi , sum annars er nógv merkt av umfatandi skrivstovuveldi.

Í dag er CEMR tann størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar úr øllum Evropa. Millum annað eru øll systurfeløgini hjá KSF í norðurlondum limir í felagsskapinum.

Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í Paris og eina í Brússel við tilsamans 20 starvsfólkum.

Limfeløgini hava tveir regluligar fundir um árið. Politiskur formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Heiðursforseti fyri felagsskapin er fyrrverandi franski forsetin Valéry Gisgard d´ Estaing

KSF vil við atlimaskapinum í CEMR fyrireika seg uppá, at ein alsamt størri partur av lóggávuni, eisini her á landi, kemur at hava sín uppruna í ES. Í Føroyum kenna kommunurnar longu nú avleiðingarnar av ES lóggávu . Ein stórur partur av arbeiðinum hjá CEMR snýr seg um at ávirka lógararbeiði soleiðis at tað kann lagast til viðurskiftini í teimum ymisku londinum. Kommunur í Føroyum hava seinastu árini uppliva, at lóggáva serliga á umhvørvis- og á tí veterinera økinum verður umsett úr danskari ES lóggávu, og uttan fyrilit verða sett í gildið í Føroyum. KSF vantar at við limaskapi í CEMR kunna føroysku kommunurnar fáa innlit og læra av hvussu kommunur í øðrum londum tillaga ES lóggávu til staðbundin viðurskifti.

Við limaskapi í CEMR fær Kommunusamskipan Føroya eisini møguleikan fyri at knýta sambond við onnur kommunufeløg og býarfeløg í øllum Evropa, eins og felagið fær møguleika fyri at luttaka í arbeiðsbólkum og verkætlanum, ið verða skipaðar innan CEMR.

Umsóknin er nú Send CEMR, og fer politiska stýrið í CEMR í næstum at viðgera umsóknina frá Kommunusamskipan Føroya.