Vit mugu virða, at flogternunar hjá Atlantsflogi hava meldað seg inn í eitt danskt felag. Tað staðfestir Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum
Seinastu tíðina hevur verið frammi, at flogternurnar hjá Atlantsflogi hava meldað seg úr Starvsmannafelagnum og inn í Flyvebranchens Personale Union, FPU. Tað hevur eisini verið frammi, at hvørki Atlantsflog, ella Føroya Arbeiðsgevarafelag. eru sinnað at gera sáttmála við eitt útlendskt fakfelag.
– Sum fakfelag eru vit ikki ósamd í, at rættast er, at í Føroyum eru tað føroysk feløg, sum gera sáttmálar, sigur Súni Selfoss,
- Hinvegin mugu vit sum fakfelag virða, at vit hava skipanarfrælsi og at starvsfólk hava rætt at skipa seg, og at royna at fáa sáttmála, sum tey halda vera best fyri tey.
Vanligi sáttmálin fór úr gildi 1. November, men avgjørt var tó at leingja sáttmálan til 1. november næsta ár og allar flogternurnar eru framhaldandi settar eftir treytunum í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Men nú tykist tað sum um at flogternurnar eru endaðar í ongamannalandi, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boðað frá, at tað fer ikki undir nøkrum umstøðum at gera sáttmála við eitt útlendsk fakfelag um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Súni Selfoss leggur dent á, at tað stendur flogternunum púrasta frítt fyri et melda seg inn í tað felagið, tey vilja, og tí fer Starvsmannafelagið heldur ikki at gera nýggjan sáttmála fyri hettar økið, ímóti viljanum hjá flogternunum.
– Eg gangi eisini út frá, at heldur ikki nakað annað føroysk fakfelag, við virðing fyri sær sjálvum, fer at gera sáttmála fyri økið, uttan at hava flogternurnar við sær og í sínum limaskara, leggur hann dent á.