Hava rætt at mótmæla grindadrápi

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sigur í dag, at vit skulu virðismeta talu- og skrivifrælsi høgt, nú fólk eru komin utteneftir at mótmæla grindadrápi.

- Í Føroyum er fult lógligt at drepa hval undir skipaðum viðurskiftum, er tað eisini fult lógligt hjá fólki, ið eru ósamd í hesum at siga sína hugsan og mótmæla á friðarligan hátt. Hetta verður sagt við áliti á, at báðir partar vísa hvørjum øðrum virðing, og við eini áminning um, at tað loysir seg ikki at gera seg inn á annan fyri at noyða síni sjónarmið ígjøgnum, sigur Kaj Leo Johannesen í skrivi, sum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum, ur.fo.

Skrivið kemur í kjalavørrinum av kjakinum, sum stóðst av, at Uttanríkisráðið heitti á allar almennar stovnar um at halda frástøðu frá umhvørvisaktivistinum Pete Bethune og hansara fólki.

Les skrivið frá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, í síni fullu longd á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum.