Enn er sjøtul ikki settur á at granska umfatandi skjølini hjá Beta, sum hevði átta partrolarar í ein mansaldur. Í hesum sambandi hava tey í Beta ført nágreinilig hagtøl øll árini um troøki, tóv, veiði, og alt møguligt annað.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hetta er ein granskingarmøguleiki, føroyskir granskarar neyvan hava havt áður í sambandi við fiskiskap. Tað eru tað eisini onnur ið løgtinginum, sum halda og tískil varð ein millión sett av á fíggjarlógini fyri í ár at granska tilfarið fyri.
Og nú vil løgtingsmaðurin hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at greiða frá, hvussu gongur við hesi granskingini.
Men landsstýriskvinnan sigur, at enn er sjøtul ikki settur á granskingina, og ein orsøk er, at ongin ætlan er løgd fyri granskingina
Tá ið peningur verður játtaður á fíggjarlógini, er vanligt er, tað eisini er gjørd ein greið ætlan fyri, hvat játtanin skal brúkast til.
Tað ger tað ikki í hesum føri, tí tað einasta, sum stendur, er, at, endamálið er at stuðla gransking í tilfarinum. Landsstýriskvinnan heldur, at tí er tað skjótt at hugsa, at hendan granskingin kundi skipast Fróðskaparsetrinum, Tjóðskjalasavninum ella undir Granskingarráðnum, sum longu eru á fíggjarætlanini.
– Sum liður í fyrireikingunum hevur Mentamálaráðið sett seg í samband bæði við omanfyri nevndu stovnar og við tey, ið varða av Fiskivinnusavninum Beta, sigur Rigmor Dam.
Sosatt hava tey roynt t fáa greiði á, hvussu játtanin verður brúkt mest skynsamt, og hvussu henda gransking best verður fyriskipað.
– Tað er tó greitt, at tá ið so lítið upplýsandi tilfar fylgir við játtanini, má vitanin útvegast á annan hátt, og hetta kann taka tíð.
Mentamálaráðið er ikki komið heilt á mál við hesum arbeiði, men tey vænta, at tað verður í næstum, at granskarar kunnu søkja um at fara undir at granska tilfarið hjá Beta.