Rópini og mótmælini ljómaðu um alt Evropa, tá danskir myndugleikar bóðu løgreglufólk um at leggja hald á allar virðislutir hjá tilflytarum, sum komu til Danmarkar. Virðislutirnir skuldu seljast fyri at fíggja útlendingaøkið, varð sagt.
Lógin, sum kom í gildi 5. februar í ár, varð nógva staðni samanborin við lógirnar, sum vóru galdandi í Nazi-Týsklandi, har myndugleikarnir løgdu hald á allar virðislutir jødanna.
Í eini samrøðu við norska miðilin VG, sigur Inger Støjberg, útlendingaráðfrúa, at nógvar misfatanir eru um lógina. Fyrst og fremst var ongantíð talan um at taka allar virðislutir frá tilflytarunum, men einans tey prýði, ið høvdu eitt virði yvir 10.000 krónur. Harnæst skuldu virðislutir, ið høvdu serligan týdning fyri eigaran, so sum hjúnabandsringar og arvalutir, heldur ikki takast.
- Vit vóru fyrst og fremst misskilt, og tað er lutvíst orsaka av mær. Harumframt vóru vit eitt av fyrstu londunum, ið herdu krøvini, og tí skapar tað størri kjak enn aðrastaðni, sigur danska útlendingaráðfrúan.
Tó so, higartil er ikki ein virðislutur tikin frá nøkrum tilflytara til Danmarkar, hvørki smúkka, prýðislutur ella reiður peningur.
- Men um onkur hevur okkurt tílíkt við sær, so verður tað tikið, sigur Inger Støjberg og minnir á, at lógin enn er í gildi.
VG skrivar, at danskir myndugleikar kortini hava fingið nógvar smúkkur og virðislutir, men frá danskarum, sum vildu mótmæla lógini. Avgjørt var at goyma hesar lutir í einum savni, men sambært VG visti danska útlendingaráðið ikki, hvat er vorðið av smúkkunum.
- Tað var í stóran mun plastiksmúkkur, sum fólk sendu okkum, so eg ivist stórliga í virðinum á teimum. So vítt eg veit, eru ongar smúkkur komnar inn, sum hava eitt hægri virði enn 10.000 krónur, sigur Inger Støjberg, sum ikki vil hava sitandi á sær, at talan einans er um súmbolpolitikk frá myndugleikans síðu.
- Tá tú kemur til eitt vælferðarsamfelag sum tað danska, mugu nýkomin skilja, at tey kunnu ikki bara fáa alt. Um ein kann, hevur ein skyldu at uppihalda sær sjálvari, sigur hon altso við VG.