Hava oljufeløgini framvegis áhuga fyri Føroyaøkinum?

Mong oljufeløg fara eftir tí trygga og brúka orkuna til útbjóðingar í kendum oljuøkjum so sum Noregi og Bretlandi. Men tað eru eisini feløg, sum vísa enn jomfrúuligum økjum sum Føroyum ans. Tað hendi til útbjóðingarnar í 2000 og aftur í 2004. Hóast turrar brunnar higartil, so kunnu brunnar, ið verða boraðir báðumegin markið í ár og næsta ár, gera, at fleiri oljufeløg eisini velja at vera við í 3. útbjóðingini skrivar Jan Müller í hesi analysuni.

Í næstum verður enn eitt vegamót í føroyskum oljuhøpi, tá 3. útbjóðing letur aftur. Spennandi verður at síggja, hvussu undirtøkan verður fyri hesi útbjóðing. Umsóknirnar skulu vera inni á middegi 3. novembur. Enn hevur sera lítið verið at hoyrt frá oljufeløgunum og øðrum. Jarðfeingi hevur fyrr sagt, at fleiri feløg hava sýnt áhuga fyri at fáa tilfarið til útbjóðingarrunduna, men enn hava eingi feløg latið við seg koma. Í dag sigur Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi, at tað hevur verið friðarligt fyribils. Hetta man merkja, at feløgini ikki hava latið við seg koma – enn.

 

1.útbjóðingarumfar í 2000

Tá fyrsta útbjóðingarumfarið var í 2000, var áhugin sera stórur. Bylgjurnar høvdu ikki heilt lagt seg eftir teimum báðum stóru Schiehallion og Foinaven fundunum bretsku megin markið í landsyningshorninum. Stórsti áhugin føroysku megin var í tí sokallaða Gullhorninum, sum lá tættast uppat teimum nýggju feltunum hinumegin markið. Tað vísti seg tó, at jardfrøðin føroysku megin markið var heldur øðrvísi. Tó so, ein av brunnunum, har Hess var fyristøðufelag, varð klassifiseraður sum eitt fund. Tad vísti seg tó seinni ikki at vera rakstrarverdugt. Hetta loyvið er latið inn aftur, og tíðin kemur at vísa, um nakað annað felag nakrantíð fer inn aftur á sama øki. Hetta økið kann okkurt felag ogna sær i 3. rundu, tí tað nú er partur av útbjóðingarøkinum.

 

2. útbjóðingarumfar í 2004

Áhugin var væl minni í aðru útbjóðingarrundu enn í tí fyrstu. Men vit kunnu tó siga, at hon tók eina áhugaverda vend, eftir at tað varð almannakunngjørt, beint aftaná at feløgini høvdu latið umsóknirnar inn, at eitt stórt fund var gjørt heilt upp at føroyska markinum – sokallaða Rosebank fundið. Hetta fyrsta áhugaverda oljufundið so norðalaga og so tætt upp at føroyska markinum – bert 8 fjórðingar frá markinum. Feløgini í hesum samtakinum, sum funnu oljuna, vóru, umframt Chevron sum fyristøðufelag, Statoil, OMV og DONG.

 

Tað vísti seg eisini, at tað vóru so at siga bert hesi feløgini, sum søktu í aðru rundu í Føroyum í 2004. Somu feløg løgdu seg á grannaøkið føroysku megin markið. Tað verður framvegis arbeitt við hesum loyvinum, loyvi 008, og spennandi verður at síggja, um feløgini fara at átaka sær at bora ein leitibrunn innan ikki alt ov langa tíð.

 

Vit vita, at 3 brunnar afturat eru boraðir á Rosebank økinum síðani olja var funnin i 2004. Útfrá tídindaskrivum frá fyristøðufelagnum Chevron, vita vit, at allir hesir brunnar meira ella minni hava staðfest, at nógv olja er í økinum. So tað man vera lítið at ivast í, at tað fer ikki at ganga long tíð, til ein verulig útbygging fer at fara fram. Í so fall fáa vit eitt oljuframleiðandi felt heilt upp at tí føroyska markinum. Tí man lítil ivi verða um, at loyvi 008, sum liggur føroysku megin markið, framvegis er sera áhugavert.

Eitt annað áhugavert í aðru rundu var, at Statoil, sum var partur í Rosebank fundinum, legdi seg á nógv øki í 2. rundu. Hetta felagið hevur verið tað mest virkna á Føroyaøkinum, og hevur óivað nógv ta størstu vitanina um økið. Við Brugdan brunninum, hava teir havt stórsta hepni við at bora á basalti í økinum, og hetta er óivað ein týdningarmikil referancubrunnur í økinum framyvir.

 

3. útbjóðingarumfar 2008

Spurningurin er so, hvussu áhugin verður at lata umsóknir inn um loytiloyvir á Føroyaøkinum nú 3. novembur. Tað er eingin Rosebank-líknandi brunnur, sum verður boraður beint áðrenn, og sum kann kveikja serligan áhuga fyri økinum, eins og tað var í 2. rundu. Tað eru tó tveir áhugaverdir brunnar, sum verða boraðir beint aftaná innlatingarfreistina, nevniliga Cambo brunnurin bretsku megin marki, og Anne Marie brunnurin føroysku megin. Hetta verður hildið at verða ein spennandi brunnur, har m.a. Føroya Kolvetni luttekur. Positivt úrslit frá hesum brunnum, fer óivað at skapa áhuga fyri Føroyaøkinum, eins og Rosebank fundið gjørdi tað í 2004. Tí kunnu vit kanska siga, at timingin er ikki av teimum bestu. Vit skulu tó vóna, at áhugin framvegis er har, og at onkrar umsóknir koma inn.

 

Tað verður eisini spennandi at síggja, um tey bæði føroysku oljufeløgini, Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum, verða við hesuferð. Vit skulu bert vóna, at okkurt av teimum størru oljufeløgunum eisini fara at vísa áhuga, samstundis sum vit bíða í spenningi eftir, hvat úrslitið verður av Anne Marie brunninum og Cambo brunninum, og sjálvandi nær tíðindini fara at koma út um, at Rosebank feltið verður útbygt. Tað kann alt fáa sera jaliga ávirkan á Føroyaøkið. Aftrat hesum koma so eisini góðu tíðindini um, at Total hevur gjørt av at fara undir fyrstu gassframleiðsluna vestan fyri Hetland nakrantíð. Eisini tað er eitt gott tekin, sum kann koma at gagna oljuleiting og vónandi eisini framleiðslu á okkara landgrunni.