Hava nú 102 starvsfólk fleiri

Nógv fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar eru nú í starvi enn fyri 10 árum síðani

Í fjør vóru tilsamans 1.087 fulltíðarstørv á teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovunu. Hagstovan sigur, at sostatt eru tað 102 fleiri fulltíðarstørv í 2020 enn tað vóru fyri 10 árum síðani.

 

Tað eru mestsum bara talið á læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum er nógv vaksið, tí í fjør vóru og tað eru 118 læknar á sjúkrahúsunum og tað eru 32 læknar fleiri enn í 2010. Tað er ein vøkstur upp á 37 prosent, og upp á seg er er eingin starvsfólkabólkur vaksin so nógv. Samstundis vóru 413 sjúkrarøktarfrøðingar í starvi á sjúkrahúsinum og tað eru 59 fleiri sjúkrarøktarfrøðingar - og hetta er roknað út til at vera fulltíðarstørv. Hetta er ein vøkstur upp á 17 prosent.

 

Verða ársverkini bólkað í fýra starvsbólkar, eru sjúkrarøktarfrøðingarnir nógv tann størsti bólkurin, tí tey eru 38 prosent av starvsfólkahópinum. Læknarnir eru 11 prosent av starvsfólkahópinum, og onnur heilsustarvsfólk eru 248 í tali, ella 23 prosent av starvsfólkahópinum. Og síðani eru øll hini, sum ikki eru heilsufaklig starvsfólk, tí tey eru 309 ársverk í tali, ella 28 prosent av starvsfólkunum.

 

Av teimum 1.087 ársverkunum í sjúkrahúsverkinum, eru nógv tey flestu, 840 starvsfólk, ella 77 prosent, á Landssjúkrahúsinum. Annars. eru 131 fulltíðarstørv 12 prosent av øllum, á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 115 fulltíðarstørv, ella útvið 11 prosent eru á Suðuroyar sjúkrahúsi. Frá 2010 til 2020 er størsti vøksturin á Landssjúkrahúsinum, tí har vaks starvsfólkahópurin 87 ársverk - og har er tað  serliga stórur vøkstur av sjúkrarøktarfrøðingum og læknum.