Krúndiamantbrúdleyp
? Tá ið Karolina hevur skeldast, havi eg tagt. Og tá ið eg havi skeldast, hevur hon tagt.
Albinius Johnnesen hevur uppskriftina uppá eitt langt og eydnusamt hjúnalag.
Og hóast hatta um at skeldast mest er meint í skemti, flennir konan, Karolina samtykkjandi.
Men tey skuldu vita, hvat tey tosa um, tí í dag halda tey einki minni enn krúndiamantbrúdleyp.
Sostatt hava tey verið gift í heili 65 ár og tað er fáum givið.
Og nú, tey hátíðarhalda hendan stóra dagin, kunnu tey fegnast um eitt langt lív við góðari heilsu og sum hevur givið teimum eina stóra slekt við átta børn, 16 ommu- og abbabørn og 20 langommu- og langabbabørn, har nummar 21 er á veg.
Hóast Albinius næsrkast teimum 91 og Karolina hevur fylt 84, kunnu tey eisini gleðast um, at heilsan hevur verið teimum til vildar.
?Gamaní eru onkur smábrek, men tað slepst ikki undan í hesum árunum, siga tey. Men smábrekini eru ikki verri enn so, enn at tey klára seg sjálvi, hava onga og hava ongantíð havt heimahjálp og hava heldur ongar ætlanir í so máta.
Ken tey hava eisini funnið útav at býta arbeiðið heima ímillum sín: Karolina kókar døgverða og ger mat, Albinius tekur av aftur borðinum og vaskar upp.
? Okkurt er, sum vit ikki orka sjálvi longur, men tað eru børnini ófør at hjálpa til við, tí tað er altíuð onkur sum hyggur inn á gólvið at taka eina hond í.
Hittust í Vági
Annars er Albinius føddur í Aberdeen, har pápi hansara stóð fyri einum klippfiskavirki hjá einum skota, sum hann hevði hitt við skipi og sum hevði turkihús í Aberdeen.
? Tá ið eg var átta ára gamal, fluttu vit til Glasgow og tá ið er var 11 ára gamal, fluttu vit heimaftur til Tvøroyri og har hava vit búð síðani.
Karolina er úr Fámjin og sum so mangar ungar gentur tá ið tíðini, fór hon til Vágs at arbeiða í fiski á Gørðunum.
Har var tað, at Albinius og Karolina hittust.
?Eg veit ikki, hvat hann hevði at gera í Vági!!!! leggur hon uppí til stuttleika.
Men hvussu var og ikki, fýra ár seinni í 1937, tá ið hon var 19 og hann mitt í tjúgunum, giftust tey bæði og flutti síðani á Tvøroyri, har tey búsettust.
Øll tey fyrstu árini búðu tey hjá foreldrum hansara í Válinum. Tey fóru tó seinni undir at fáa sær tak yvir høvdið, men tað var ikki sum at siga tað tá, og í 1956 fluttu tey í egin hús úti á Sevmýri og har búgva tey enn.
Eftir at tey vóru gift, var tað skjótt, at børnini komu og ikki færri enn átta blivu tey tilsamans, seks drongir og tvær gentur: Elsti sonurin, Olaf, varð føddur sama árið í 1937. Síðani komu fýra børn í fýra ár: Jonna varð fødd í 1939 og Eydna í 1940, John varð føddur í 1941og Elmar í 42. Síðani var Karl føddur í 45, Albert í 48 og tann yngsti, Jens, varð føddur í 1954.
Hjá teimum báðum, mundi lívið annars laga seg sum hjá teimum allarflestu.
Albinius var fiski- og útróðrarmaður alt lívið, heilt til slitgiktin tvingaði hann í land tá ið hann var 64 ára gamal.
Karolina arbeiddi eisini í fiski, men harumframt fekst hon eisini við annað, og mangar eru tær veitslurar í TB-húsinum, har hon varð kokkur og tað eru ikki nógv ár síðani, at hon av av álvara bleiv pensjónistur.
Tordu ikki at biðja um pengar
Tey tvørafólk, ið eru komin upp í handan aldurin, hava upplivað eina øgiliga broyting, ikki minst í viðurskiftunum hjá verkafólki.
Bæði Karolina og Albinius arbeiddu í teimum døgum, tá ið tað var at kalla óhoyrt at fáa lønina fyri arbeiðið útgoldnað í reiðum pengum.
? Lønin varð skrivað upp í eina bók og so kundu vit keypa vørur afturfyri. Dittaði onkur sær upp til stjóran at biðja um pengar í hondina, var svarið aloftast,? hvat fanin skalt tú brúka pengar til?? Ein tann størsti sigurin hjá fakfeløguum var tí, at fáa semju um, at verkafólk skuldi hava lønina í reiðum pengum, men tað skuldi drúgvt verkfall til. Men stríðið var ikki av fyri tað, tí tá ið útgjaldingardagur var og fólkið fór upp á. skrivstovan eftir brævbjálvanum við lønini í, vóru tað mong, sum ikki tordu at taka brævbjálvan, men lótu han innaftur, so alt kundi vera sum fyrr, at tey einans fingu vørur fyri peningin. Tann, sum tók brævbjálvan, varð ikki biðin aftur til arbeiðis.
Albinius sigur, at hetta fekk fakfeløgini at stovna løngjaldsstovu, har eitt umboð fyri felagið fór til arbeiðsgevaran eftir lønini til alt fólki, og so kundu tey fara á løngjaldsstovuna eftir pengunm.
Tá á døgum høvdu tey langar arbeiðsdagar, tey arbeiddu frá kl. seks á morgni til klokkan seks á kvøldið. Karolina minnist eisini, at mangan um summarið, tá ið tey arbeiddu kvøldvakt, hoyggjaði hon allan dagin, og fór so til arbeiðis um kvøldið. Afturat tí hevði hon stórt hús, so hon hevði drúgvar arbeiðsdagar.
Í tryggum hondum
Men nú tey eru lívið er farið at halla, taka tey tað róligt. Karolina hevur altíð okkurt á stokkunum, tí hon bindur nógv, bæði uppá børn, ommubørn og langommubørn og okkurt verður eisini selt. Og ikki um at tala dámar henni at ganga á bingo.
Albinius hevur altíð lisið sera nógv, men nú eru eyguni farin at bila. Men at hyggja i sjónvarp dámar honum avbera væl, helst tá ið ítróttur er á skíggjanum.
?Einki er sum nevaleikur í sjónvarpinum, sigur hann ímeðan hann aftur fær sær eitt rull, tí roykt hevur hann næstan heila lívið.
? Men mær dámar eisini væl at hyggja eftir fótbólti so hann verður eisini ein av teimum, sum trúliga fara at sita frammanfyri sjónvarpinum, nú HM fer at bakkastokki í morgin.....
Og tað er við góðum treysti, at tey nú líta ímóti kvøldarsólini, tí tey siga, at tey hvíla í tryggum hondum. Trúgvandi eru tey bæði og trúgvir kirkjugangarar hava tey altíð verið, heilt til nú í seinastuni, liðirnir eru stívnaðir so mikið at tey ikki bjóða til longur.
Sjálvan krúndiamantbrúdleypsdagin í dag, eru tey at hitta í heiminum ímillum klokkan 14 og 18, skuldi onkur verið, sum hevur hug at støkka inn á gólvið. Leygarkvøldið verður so veitsla í skúlahøllini í Trongisvági fyri næstringunum.