Loftferðslan er framvegis sera hart rakt undir koronu-kreppuni, og flogfelagið Norwegian sigur í dag, at tey í januar í ár høvdu 96 prosent færri ferðafólk enn sama mánaða í fjør.
Talið av ferðafólki hjá felagnum í januar í ár var 74.000.
Í januar í ár hevði flogfelagið í miðal átta flogfør í vinnu, og her er serliga talan um innanlandsflúgving í Noregi, har bert 35,9 prosent av setrunum vóru bíløgd.
Í mongun upplýsir Norwegian í tíðindaskrivi, at farsóttin hevur havt stóra ávirkan gongdina hjá felagnum.
- Smittustøðan og ferðaavmarkingarnar gera, at nógv færri ferðast, men vit vóna, at hetta fer at broytast móti sumri, sigur samtaksstjórin, Jacob Schram, í tíðindaskrivinum.