Hava lokið skeið í Parkinsonsjúkuni

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Parkinsonfelagið hava í felag skipað fyri skeiði í Parkinsonsjúku.

 

Skeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, og er skipað eftir leisti úr Danmark, har danska parkinsonfelagið saman við fakfólkum hava sett á stovn eina parkinsonsamskipara-útbúgving.

 

Væntandi vitan um parkinsonsjúku hevur ofta við sær, at tann sjúki og familjan ikki fáa rætta hjálp í rættari tíð. Hetta ávirkar fyrst og fremst familjurnar, sum eru raktar av sjúkuni, men kann eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri heilsuverkið og kommunalu eldraøkini. Klaksvíkar kommuna skrivar, at endamálið við skeiðnum er tískil, at:

 

- Menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólkum í mun til vegleiðing, stuðul, rehabilitering, røkt og umsorgan fyri menniskjum við parkinsonsjúku og teirra avvarðandi í gerandisdegnum

 

- Styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju við Parkinsonsjúku fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt.

 

Fakfólk úr danska og føroyska heilsu- og almannaverkinum við servitan innan Parkinsonsjúku hava undirvíst á skeiðnum. Eisini hava sjúklingar og avvarðandi greitt frá, hvussu tað er at liva við parkinsonsjúku.

 

Luttakararnir starvast í størstan mun á kommunalu eldraøkjunum, men starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Lanssjúkrahúsinum hava eisini luttikið.

 

Fyriskipararnir vóna, at vitanin, heilsustarvsfólk hava ognað sær, fer at gagna menniskjum við parkinsonsjúku og familjunum, soleiðis at tey við rættari viðgerð og stuðli í størstan mun kunnu varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

 

Virkishúsið Smæran í Klaksvík hevur verið karmur um skeiðið. Til prógvhandanina, fríggjadagin 27. oktober 2017, helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, røðu. Hann nevndi m.a. at týttleikin av parkinsonsjúku er høgur í Føroyum, og tí er hetta skeiðið eitt frambrot, sum slóðar fyri betri dygd innan øki.

 

Eisini Bergunn Kass, sum umboðaði Eldranevndina í Tórshavnar kommunu, nýtti høvið at minna fjøldina á, at sjúka ikki er nakað man er, men nakað man hevur.

 

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðunum hjá Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum.

Kvinnurnar á myndini eru starvsfólk úr Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, sum luttóku á skeiðnum.

Hildigunn Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur, Heimatænastan

Jensina Simonsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Heimatænastan

Linda Klementsen, ergoterapeutur

Marjun Johansen, heilsurøktari, Tjarnargarður

Randi Kjærbæk, heilsurøktari, Ellisheimið

Sára Skylv Reinert, sjúkrarøktarfrøðingur, Strandarlon, Boðanesheimið

Sóley Haraldsen, heilsurøktari, Virkis- og venjingarstovan, Boðanesheimið