Livravirki
Livravirkið á Eiði er nú latið uppaftur.
Tá ið virkið læt upp á sinni, var dreymurin at gera eitt nýskapandi virki, sum skuldi gagnnýta livrina á tí fiski, sum verður fiskaður undir Føroyum, men sum annars í mestan mun verður tveitt aftur í havið.
Men tað eydnaðist ikki at fáa skip og bátar at taka livur í nógv stóran mun. Tí gekk virkið ikki og í summar gjørdi eigararnir tískil av at lata aftur og heldur royna at endurskipa tað.
Ætlanin var ikki at gevast, men vit gjørdu av at steðga á fyri at royna at endurskipað virkið, sigur Egil Olsen, stjóri.
Tað hevur nú eydnast at endurskipa virkið og Egil Olsen, sigur, at soleiðis sum tað hevur gingið síðani teir lótu uppaftur, hevur hann rættiliga góðar vónir til framtíðina.
Síðani virkið læt aftur, hava teir roynt at útvega meiri partapening til virkið og tað hevur nú eydnast, soleiðis at partapeningurin er hækkaður 800.000 krónur.
Samstundis er tað eydnast at útvega rakstrarfígging, eins og tað eydnaðist at fáa avtalur við kreditorar um, hvussu fallin skuld skuldi gjaldast aftur.
Tey, sum hava sett nýggjan partapening í virkið, eru serliga skip, sum altso eisini eru rávøruveitarar, umframt aðrir partaeigarar.
Samstundis er starvsfólkatalið minkað úr fimm, niður í trý fólk og tey eru øll við í sjálvari framleiðsluni fyri at spara sum mest.
Egil Olsen sigur, at somuleiðis varð nevndin umskipað, so at Marner Lisberg nú er nevndarformaður. Hinir nevndarlimir eru Ólavur Bjarkhamar, Ólavur Asason Olsen og Adrian Dalsá.
Hava góðar vónir
Egil Olsen sigur, at tað hevur gingið bara heilt væl, síðani virkið læt uppaftur.
Alt fyrra hálvár í fjør tóku vit ikki ímóti meiri enn 125 tonsum av livur tilsamans.
Men hesar seinastu vikurnar, vit hava havt opið aftur, hava vit fingið eini 20 tons av livur um vikuna, so talan er um eina velduga broyting og útlitini eru munandi betri nú, enn tey hava verið.
Verður hetta gongdin, kunnu vit hereftir vænta at fáa minst tað sama um vikuna, sum vit fingu tilsamans í eitt hálvt ár, áðrenn vit lótu virkið aftur og steðgaði á.
Stjórin sigur, at teir allarflestu lemmatrolararnir lata livur til virkið.
Men tað gleðiliga er, at nú eru eisini nakrir partrolarar farnir at taka livur.
Vestminningur og Fram og Grímur Kamban og Kallsevni eru partrolarar, sum eru farnir at taka livur, men Egil Olsen vónar at fleiri fara at fylgja við.
Tá ið skip, seta pening í virkið má tað vera, tí at áhugi er fyri at lata rávøru til virkið.
Men samstundis hevur løgtingið roynt at eggja skipum til at lata livur við at lata skipum, sum lata livur, eitt slag av virðisløn.
Soleiðis hevur Fiskimálaráðið lagt 402 fiskidagar til viks at lata í virðisløn til skip, sum taka livur.
Egil Olsen sigur, at á summum skipum fáa manningin inntøkuna av livur óskerda. Letur eitt skip fyri 25000 krónur av livur av einum túri, og tað verður býtt ímillum 10 mans, verður tað sostatt 2500 krónur eyka í part og tað eigur at muna hjá manningini, heldur Egil Olsen.
Lýsivirkið letur fimm krónur fyri kilo av livur av toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiski. Fyri livur av hávi letur virkið átta krónur fyri kilo.
Tað er íslendska felagið Lysi, sum keypir alt lýsi, sum verður brætt á Eiði. Í Íslandi verður tað virkað meiri og selt víðari.










