Hava kappast í HM í bogaskjóting í Meksiko

(SportBoxin) Hoyr formannin í Bogaskjótisamband Føroya, Eggaba Andreasen greiða frá gongdini hjá føroysku íðkarunum

 

Seinastu dagarnar hava Morten Bøe , venjari, Jóannes Poulsen , Jógvan Niclasen , Nikkel Petersen , Oddmar Nielsen og Eggaba Andreasen, formaður í Bogaskjótisamband Føroya verið staddir í Meksiko býi í Meksiko til heimsmeistaraskapi í bogaskjóting, har Føroyar eru ein javnbjóðis altjóða limur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin við Eggaba Andreasen. 

 

Eggaba Andreasen heldur, at úrslitini hava verið heilt góð, um ein setir tey upp ímóti tí ótrúliga sterku mótstøðuni føroysku íðkararnir hava møtt í Meksiko býi. Føroysku íðkararnir eru útslignir nú, men Eggaba undirstrikar, at tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá føroysku bogaskjúttunum, at slíkar avbjóðingar sum HM javnan eru so teir kunnu mennast.

 

Komandi altjóða avbjóðingin hjá føroysku bogaskjúttunum er EM.