Roykurin er komin til barnagarðin og skúlan á Oyrabakka. Vaktleiðarin boðar frá, at nógvur roykur var á staðnum, og neyðugt var at kanna næmingar, børn og starvsfólk fyri roykeitran. Foreldur kunnu seta seg í samband við skúlastjóran og dagstovnaleiðaran fyri nærri kunning um børn teirra.











