Hava ikki noktað at taka Magna Laksáfoss upp í flokkin

– Vit hava ikki noktað Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni, at verða limur í Sjálvstýri.


Tað ger Rógvi Fossádal, formaður í landsnevndini í Sjálvstýri, nú greitt í eini fráboðan í morgun. Og hann sigur, at í hesum sambandi tosar hann eisini fyri limir í sjálvstýrisfeløgunum í Eysturoy og Streymoy, umframt fyri floksumboð úr Suðuroy og Vágum.

 

Annars hevur tað verið frammi, at Sjálvstýri ikki vil hava Magna Laksáfoss upp í flokkin og at tey sostatt hava noktað honum upp í flokkin við greiðum meiriluta.

 

Men tað avsannar landsnevndarformaðurin, og hini umboðini, nú. Men tey leggja somuleiðis dent á, at Magni Laksáfoss hevur ikki søkt um at gerast limur í Sjálvstýri, og at eingin avgerð í landsnevndini um hendan spurning. Annars kunna øll sum taka undir við stevnuskrá floksins gerast limur í flokkinum, leggja tey afturat.