Annars hevur løgreglan havt fitt av stríðið av fullum fólki í nátt.
Í fleiri førum hjálptu løgreglan fólk á føtur, sum vóru avdottin og í eina ferð máttu tey koma einum hýruvognsførara til hjálpar, sum ikki fekk nøkur full fólk úr aftur bilinum.
Ein maður fekk 1.000 krónur í bót fyri at fara yvir til løgreglufólk og rætta teimum longutong, og í einum føri mátti løgreglan fáa sjúkrabil eftir einum manni, sum var so deyðadrukkin, at tað fekst ikki samband við hann.
Í nøkrum førum fekk løgreglan sissa fólk, sum vóru ov harmælt og í tí eina førinum tók bardagi seg upp, og ein maður fór á skaðastovuna til kanningar.
Enn er kortini ógreitt um nøkur skuldseting um harðskap spyrst burtur úr.