Hava havt 17 innbrot í Havn eftir stuttari tíð

Ein rættilig bylgja av innbrotum hevur herjað í Havnini seinastu tíðina.

 

Hildur Hentze á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at upp á lutfalsliga stutta tíð, hava eini 17 innbrot verið ymsastaðni í Havnini, og her um vegir.

 

Men tað er ógvuliga avmarkað, hvat tjóvarnir hava fingið burtur úr, tí nógvastaðni er lítil ella onki stolið. Men eitt undantak var í nátt, táið innbrot var í einum handli á Hálsi. Har hava innbrotstjóvar fyrst brotið ein rút, síðani eina hurð, og sosttat komu tey framat pengakassanum.

 

Løgreglan sigur, at tað er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv er stolið, men tað í øllum førum nakrar túsund krónur

- So er tað onkur, ið hava sæð fólk uppi á Hálsi á náttartíð, eru tey vælkomin at siga løgregluni frá.

 

Annars hava innbrot verið í fleiri handlar og stovnar. Einaferð vóru tað skúlar í Havn, ið stóðu fyri tørni, tí brotið er inn í bæði Eysturskúlan, skúlan í Hoyvík og á Studentaskúlanum í Hoydølum. Annars er eisini brotið inn í bæði HB Húsið og B-36 Húsið, umframt í dagstovnin á Argjum og í Barnagarðin, Kurla.

 

Innbrot hevur eisini verið í kaffistovur, og í Handlar, og eina náttina var eisini innbrot í Mimir.

- Innbrotstjóvarnir í Mimir eru eyðmerktir, men teir nokta seg sekan, sigur løgreglan.

 

Eisini í einum øðrum føri, hevur løgreglan tikið trý ungfólk, tveir dreingir og eina gentu.

 

Hildur Hentze sigur, at mannagongdin í sambandi við onnbrotini líkist nógv, men at tey kortini ikki vita um tey hava nakað samband við hvørt annað. Men hon leggur afturat, at tey eru ógvuliga áhugað at frætta frá fólki, sum hava varnast nakað illgrunasamt.