Í Sosialinum í gjár finst lesarabrævskrivari harðliga at Tórshavnar kommunu og býráðsformanninum fyri einki at hava gjørt fyri at hampa um grøvina hjá Jørgen F. Jacobsen sála í sambandi við filmstiltakið stóra.
Leivur Hansen, býráðsformaður sigur seg vera sera harman um hetta, sum hann kallar fyri sera órættvísa lesarabrævið, tí kommunan hevði nettup ómakað sær við at hampa um grøvina, gravstein og navnaskelti umframt økið rundan um. Hetta varð gjørt av býargartnaranum og fleiri øðrum fólkum, sum gingu honum til handa.
-Tað harmar meg, at slíkt skal koma á prent, tí hetta er als ikki rætt sigur býráðsformaðurin, ið sjálvir er sera fegin um nýggja Barbara filmin og ikki minst stóru skaldsøguna hjá Jørgen F. Jacobsen, sála










