Eitt oljusamtak við amerikanska felagnum, Amerada Hess á odda, hevur rakt við olju norðan fyri Falklandsoyggjarnar í Suðuratlantshavinum. Eftir at hava borað við boripallinum Borgny Dolfin í bert tvær viku er rakt við olju. Hetta verður mett sum einki minni enn ein sensatión, tí hetta er fyrstu ferð, at tað verður borað eftir olju í hesum nýggja økinum.
Sambart bretska blaðnum Daily Mail í gjár eru útlit til at teir 2100 íbúgvararnir á Falklandsoyggjunum eftir eini nátt gerast multimilliarderar. Hóast talan enn bert er um smærri mongdir av olju, so verður mett, at tað liggja stórar oljugoymslur longur niðri í undirgrundini. Sammett við leiting eftir olju í t.d. Norðsjónum, so gekk tað har drúgv tíð frá tí at byrjað varð at borað til olja varð funnin.
Metingar vísa, at oljugoymslurnar, sum liggja í undirgrundini, kunnu hava eitt so mikið høgt virði, at talan verður um inntøkur frá royalities og skatti uppá 200 milliardir kr.
Hóast Falklandsoyggjarnar hoyra til Bretlands, so hava tær eitt slag av heimastýri, sum ger, at í hvussu er helvtin av øllum inntøkunum frá oljuni fer til íbúgvararnar.
Tað merkir, at talan kann verða um 50 mill. kr. til hvønn íbúgva á Falklandsoyggjunum skrivar Daily Mail. Bretland fer so at krevja ein part av oljuinntøkunum, nú landið hvør ár brúkar meira enn 700 mill. kr. til verjuna av oyggjunum móti møguligum álopi úr Argentina, sum framvegis ger krav uppá oyggjarnar.
Tíðindini um at olja er funnin við Falklandsoyggjarnar varð væl móttikin á gjaldoyramarknaðinum í London. Virðið á partabrøvunum hjá Desire Petroleum, sum er tað lokala oljufelagið á Falklandsoyggjunum og sum er við í oljusamtaki við 20%, fóru straks upp frá 34p til 209 p.
Meinlíkt Føroyum
Hóast Falklandsoyggjarnar liggja sera langt frá Føroyum er greitt, at her finnast nógvir paralellir, sum oljufeløg fylgja við spenningi. Eitt nú er talan um eitt heilt nýtt øki, har tað verður borað fyri fyrstu ferð. Talan er um eitt lítið oyggjaland við fáum íbúgvum eins og í Føroyum. Og talan er um øki, sum oljufeløgini hava stórar vónir til.
Niels Sørensen, stjóri í føroyska oljufelangum Føroya Kolvetni, sigur, at oljufundið við Falklandsoyggjarnar eigur at fáa føroyingar at rakna við eisini. -At tað bert kunnu ganga 14 dagar, frá tí at borað verður fyrstu ferð, til olja verður funnin, er nakað, sum vit føroyingar eisini skulu leggja okkum í geyma. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er at verða fyrireikaður uppá ein slíka oljukollvelting, ið kann koma frá degi til dags sigur hann.
Føroya Kolvetni hevur serstaka orsøk til at fylgja væl við, hvat hendir á Falklandsoyggjunum, tí felagið samstarvar við Desire Petroleum, oljufelagið hjá Falklandsbúgvum. -Vit hava roynt at finna fram til, hvussu hetta felagið arbeiðir saman við einum útlendskum oljusamtaki, fyri harvið at kunna brúka hesa vitanina her heima hjá okkum sjálvum, sigur Niels Sørensen, sum ikki dylur fyri, at Føroya Kolvetni í løtuni er í ferð við at finna sær eitt oljusamtak at arbeiða saman við á føroyskum øki.
Tað er annars ikki bara við gleði, at íbúgvararnir á Falklandsoyggjunum taka ímóti einum oljuævintýri. At oyggjarnar bráddliga gerast so ríkar kann fáa ilt í aftur argentinar, sum ikki hava slept kravinum til Falkland.
Eisini bera íbúgvar ótta fyri, hvussu oljan kann fáa óhepnar fylgjur fyri tað sera ríka djóralívið kring oyggjarnar. Oyggjarnar eru eitt paradís fyri pinguinir, kóp og nógv onnur sjáldsom djórasløg.