Nú hevur Almannaverkið fingið heimild til at gera ein lista yvir fólk, sum hava bráðneyðugan tørv á at fáa tak fyri høvdið.
Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Eyðgunn Samuelsen, hevur nevniliga í dag sett nýggja kunngerð, sum heimilar Almannaverkinum at gera ein bráðtørvslista til fólk, sum hava ein serliga átrokandi tørv á bústaði.
Hon sigur í eini fráboðan í dag, at hetta er seinasti liður í bústaðapakkanum hjá Almannamálaráðnum, sum Løgtingið fyrr í ár hevur samtykt.
Men gjørt verður vart við, at talan er ikki um at útvega fólki bústað, men um at hýsa teimum, sum hava eina serliga átrokandi tørv.
Hýsingin kann í mesta lagi vera eitt ár, og hesa tíðina hevur Almannaverkið skyldu til at ráðgeva og hjálpa fólki soleiðis, at tey, skjótast gjørligt kunnu fáa ein varandi bústað.
Fyribils verður tað ein treyt fyri at koma á bráðtørvslistan, at umsøkjarin er stakur uppihaldari.
Ein onnur treyt er, at umsøkjarin stendur á bíðilista hjá Bústøðum.
Eyðgunn Samuelsen ásannar, at hesin bráðtørvslistin loysir ikki bústaðarneyðina, tí høvuðstrupulleikin er, at talið á bústøðum er so avmarkað.
Higartil er eydnast at finna tríggjar íbúðir til at hýsa fólki í, men arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega fleiri íbúðir.
Fáa tey fleiri íbúðum til bráðtørvslistan, ber til at endurskoða treytirnar fyri at koma á hann.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Almannaverkið hevur áður fingið heimild at gera avtalur við privatar útleigarar um íbúðir og Eyðgunn Samuelsen vónar, at slíkar avtalur koma skjótt í lag, soleiðis at talið á íbúðin veksur.