Hava funnið petti av rúmdarklettinum

Russisk vísindafólk hava nú funnið leivdir av rúmdarklettinum, sum datt niður við Uralfjøllini fríggjadagin.

Vísindamaðurin Viktor Grabovskij sigur við tíðindastovuna Ria Novosti, at umleið 10 prosent av rúmdarklettinum var jarn. Hitt var úr steini.

Petti av rúmdarklettinum eru funnin í einum vatni, sum eitur Tsjebarkul, og Viktor Grabovskij væntar, at rúmdarkletturin fær navn eftir vatninum.

Umleið 3.000 hús fingu skaða, tá rúmdarkletturin kom niður við býin Tjeljabinsk, og umvælingararbeiðið er mett til einar 75 milliónir krónur.

Umleið 1.200 fólk fingu skaða, og fleiri teirra eru enn á sjúkrahúsi.