Hava funnið 12 nýggjar mánar við Jupiter

Ein teirra fer væntandi at stoyta saman við aðrar mánar

 

400 ár eftir at Galileo Galilei uppdagaði Jupiter á himmalhválvinum, hava stjørnufrøðingar funnið 12 nýggjar mánar rundan um gongustjørnuna. Sostatt hava stjørnufrøðingar nú talt 79 mánar rundan um Jupiter.

 

Stjørnufrøðingarnir siga, at allir teir nýggju mánarnir eru smáir, tann minsti einans ein kilometur í tvørmát, meðan tann størsti er fýra kilometur. Størsti mánin í okkara sólarskipan gongur eisini rundan um Jupiter. Ganymede er 5.268 kilometur í tvørmát.

 

Scott Sheppard, sum er leiðari fyri toyminum, sum fann nýggju mánarnar, sigur, at hesir væntandi blivu skaptir, heilt tíðliga í tilveru sólarskipanins. Hann væntar, at talan er um eina blanding av grýtutum asteroidum og ísutum kometum.

 

Tað mest merkisverda fundið í hesum umfari er mánin, sum hevur fingið navnið Valetudo. Valetudo fer mótsattan veg runt um Jupiter í mun til hinar mánarnar.

- Valetudo koyrir móti ferðsluni á motorvegnum, so tað er sera sannlíkt, at hann fer at stoyta saman við aðrar mánar, sigur Scott Sheppard sambært eb.dk.

 

Ein máni er eitt skap, sum ferðast rundan um eina gongustjørnu. Jupiter hevur flest, 79, Saturn næstflest, 62. Jørðin hevur, sum flestu munnu vita, ein mána, meðan Merkur og Venus ongan hava.

 

Í videobrotinum omanfyri greiðir ein stjørnufrøðingur nærri frá fundinum og hvat kann henda, um Valetudo stoytir saman við aðrar mánar.