Hava fund um at lata flakavirkið í Vági upp

Landsstýrið og Framtaksgrunnurin fara nú á fund, har flakavirkið í Vági er eitt mál á skránni

Flakavirkið í Vági

Hildið verður nú fram við royndunum at fáa flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági uppaftur.
Fríggjadagin fara Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Eidesgaard, løgmaður á fund við Framtaksgrunnin um ymisk viðurskifti.
Á fundinum fara partarnir at tosa um ymisk viðurskifti hjá Fiskavirking og Framtaksgrunninum.
? Men tað er ongin loyna, at vit ætla eisini at tosa við Framtaksgrunnin um flakavirkið í Vági, sigur Jòannes Eideagaard, løgmaður.
Hann sigur, at á hesum fundinum ætlar landsstýrið at fáa at vita, hvørja ætlan Framtaksgrunnurin hevur við flakavirkinum í Vági.
Landstýrið vil hava at vita, um ætlanin er at lata virkið uppaftur, ella um ætlanin er at selja virkið ella um ætlanin er onki at gera.
Løgmaður veit, at landsstýrið kann ikki geva Framtaksgrunninum harraboð, tí talan er um ein sjálvstøðugan grunn, sum eróheftur av politisku skipanini.
Hinvegin er hann púra ósamdur við stjóran í Fiskavirking, sum átalaði løgmann fyri at leggja seg út í privat, vinnuligt virksemi, tá ið hann bæði í Sosialinum og á Løgtingi í farnu viku reistu málið um flakavirkið í Vági.
? Sjálvandi skal landsstýrið hava áhuga fyri serligum viðurskiftum, sum raka ein heilan landspart, sigur løgmaður. Og tað umfatar eisini tey vinnuligu viðurskiftini, serliga tá ið støðan í landspartinum er so vánalig, sum hon er í Suðuroy í løtuni.
Og hann sigur, at eitt endamál við fundinum er at fortelja Framtaksgrunninum, hvørja áskoðan landsstýrið hevur á flakaravirkið í Vági.
? Tað hevur týdning, at Framtaksgrunnunin veit, hvørja støðu, landsstýrið hevur.
? Men so stendur tað sjálvsagt til Framtasgrunnin um hann tekur áskoðanina hjá Framtaksgrunninum við í sínum metingum, tá ið framtíðar virksemið skal leggjast til rættis.
Sostatt viðgongur hann eisini, at vil Fiskavirking ikki lata virkið í Vági upp, er tað onki, sum landsstýrið kann gera.
? Framtaksgrunnurin og Fiskavirking er óheft av politisku skipanini. Hóast tað er landsstýrið, sum velur nevndina í Framtaksgrunninum, eiga vit at virða, at hon sleppur at arbeiða óheft av politisku skipanini.
?Men eg ivist ikki í, at nevndin í Framtaksgrunninum er so mikið at sær komin, at hon eisini hevur í huganum, hvørji samfelagsins áhugamál eru og tað er hetta, sum landsstýrið ætlar at greiða nevndini frá á fundinum.
? At seta Framtaksgrunninum beinleiðis krøv, kann landsstýrið ikki gera, leggur hann afturat.