Hava fiskað 41% minni

Í Januar mánað í ár hava føroysk skip fiskað og avreitt munandi minni enn í januar í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina.

Uppgerðin vísir, at tilsamans avreiddu føroysk skip 41% minni í nøgd av botnfiski í januar í ár, enn tey gjørdu í januar í fjør

Í virðið var minkingin 40%.

Tað hevur verið heilt galið við øllum sløgum av botnfiski í ár.

Í Januar í ár avreiddu vit 3.663 tons av botnfiski, afturímóti 5.349 tonsum í januar í fjør.

Avreiðingarvirðið var 36.569 milliónir í januar í ár, aftur ímóti 59.794 milliónum í januar í fjør.

Tað eru øll sløg av botnfiski, sum svíkja. Toskafiskiskapurin er minkaður 30%, upsafiskskapurin 36% og hýsufiskiskapurin er minkaður 11%.

Einasta framgongd, sum hevur verið, hevur verið í fiskiskapinum eftir svartkalva, sum er meiri enn tvífaldað og fiskiskapurin eftir øðrum flatfiski er batnaður 9%, men talan er um smá tøl, sum ikki muna tað øgiliga í allari uppgerðini.