Í nátt kom rættilig gongd aftur á flogferðsluna. Trý flogfør eru lend í nátt og í morgun og trý flogfør eru farin avstað.
Flogfarið úr London, sum endaði aftur í Glasgow, er væntandi klokkan knapt 11 og flogfarið til Bergens væntast at fara klokkan 10.30 og eitt flogfar úr Keflavík er væntandi klokkan gott 11.
Flogfarið til Bergen fer klokkan 11.30 og flogfarið til Billund fer á miðdegi. Annars væntar Atlantsflog, at ætlaðu fráferðirnar til og frá Keypmannahavn í dag verða eftir galdandi ferðaætlan.
Men flogfelagið heitir á fólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi.
Myndin er ein vevmynd av flogvøllinum beint nú og sum tað sæst, er tað klárnað aftur.