Hava fingið vónina aftur

Fólk í Hesti hava fingið nýggja vón, tí tey eru sannnførd um, at tað hevur alt at siga fyri tey, at Hestur verður knýtt upp í undirsjóvartunnilin í Sandoy

- Vit eru heilt ótrúliga glað.

Tað er ikki ofta, at politikarar kveikja nýggja vón hjá teimum, sum búgva í Hesti.

Men tað gjørdu teir í gjár, tá ið Løgtingið samtykti at fara undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil í Sandoy.

Tá samtykti Løgtingið eisini at verður tann norðara linjuføringin undir Hestoynni vald, skal møguleikin kannast fyri at knýta Hestoy upp í tunnilin.

Annars varð avgjørt, at Hestoy skuldi ikki knýtast upp í undirsjóvartunnilin, men nú hevur Løgtingið kortini samtykt at kanna tann møguleikan.

Og tað hevur birt nýggja vón í úti í Hesti.

- Tað hevur alt at siga fyri okkum at vit verða knýtt upp í tunnilin, tí verða vit ikki tað, doyr oyggin rætt og slætt út, sigur Sanna Silvurstein, sum er limur í hestnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Hon ivast ikki í, at tá ið undirsjóvartunnilin er komin, sleppa tey í Hesti ikki at varðveita Teistan, tí hann er ov stórur bara til tað siglingina. So verður eitt minni skip útvegað til siglingina.

Tí hava tey fylgt gongdini gjølliga og í farnu viku vóru tey eisini í vinnunevndini við einum 130-140 undirskriftum frá fólki, sum hava tilknýti til Hest við áheitan um at knýta Hest uppí.

- Tað kann væl vera, at tað er dýrt, men vit eiga at hugsa longur framm enn eini 20-30 ár, sigur hon, tí tað er eisini dýrt at hava skip siglandi bara út í Hest, sigur hon.