Hava fingið minni inn í skatti

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár hava bæði kommunurnar og landið fingið minni inn í skatti enn í sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks yvir skattainntøkurnar hendan fyrsta ársfjórðingin í ár.

Hjá landinum er talan um eina lítla afturgongd á minni enn 200.000 krónur. Uppgerðin hjá TAKS vísir, at hjá føroysku kommununum er afturgongdin fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, tilsamans 7,6 milliónir krónur.

Av teimum størru kommunum hava bæði Klaksvíkar kommunu og Tvøroyrar kommuna framgongd, men Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør.

Men her skal havast í huga, at Tórshavnar kommunu var ein av teimum kommunum, sum lækkaði sítt skattaprosent í fjør.

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru slakar 56 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 9,3 milliónir í kirkjuskatti.

Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 10 milliónir krónur meira.

Eisini inntøkurnar frá kirkjuskatti eru eitt vet størri higartil í ár.

Taks sigur, at hesa árstíðina kunnu skattainntøkurnar hjá landi og kommunum ávirkast av, nær páskirnar eru.