Hava fingið íløguna í Bakkafrost aftur

Tað hevur loyst seg at sett partapening í Bakkafrost. Í øllum førum hjá teimum, sum keyptu fyri kurs 31, tá felagið fór á Oslo Børs 26. mars í 2010.

 

Tí nú hava tey næstan fingið allan partapeningin aftur í vinningsbýti. Á aðalfundinum í gjár varð samtykt at útluta 403 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað eru 8 krónur og 25 oyru fyri hvørt partabræv.

 

Tað er sjálvandi altíð ein váði at seta pengar í partabrøv. Tað kunnu tey, sum settu partapening í Eik sanna. Og eingin veit, hvussu framtíðin verður hjá Bakkafrost. Men vit kunnu so gott sum staðfesta, at tað kortini hevur loyst seg hjá teimum, sum vóru við frá fyrstan tíð. Tí tey hava so at siga fingið allar pengarnar aftur í vinningsbýti.

 

Í frágreiðing síni til aðalfundin fríggjadagin segði Rúni M. Hansen, at tey sum hava hildið fast í partabrævinum síðani skrásetingina og hava latið peningin arbeitt í felagnum, hava við vinningsbýtinum í gjár fingið slakar 30 norskar krónur aftur av teimum 31 norsku krónunum, tey keyptu partabrøvini fyri.

 

– Ella sagt á annan hátt: Tey, sum keyptu partabrøv fyri til dømis 10.000 krónur, hava fingið áleið 9.500 krónur aftur í beinleiðis vinningsbýti – og so sjálvsagt hækkanina í partabrøvunum afturat hesum, segði Rúni M. Hansen, nevndarformaður.