Hava fingið boð um 30 vindskaðar

Ódnin, sum tey í Bretlandi hava doypt Caroline, hevur elvt til nógvar skaðar og seinastu tímarnar hevur telefonin hjá løgregluni í Havn gingið kyk

Stormurin, sum hevur verið í morgun, hevur elvt til nógvar vindskaðar. Skaðarnir eru kring landið, men teir allarflestu eru norðanfyri, sigurløgreglan. Sum vit skrivaðu í áðni, er Norðragøtu serliga hart rakt av ódnini, sum tey í Bretlandi hava doypt Caroline.

 

Tilsamans hava tey fingið boð um einar 30 vindskaðar, sum bjargingarlið hava hava fingið boð um.

 

Men tíbetur er bara talan um skaða á lutir, tí ongin mannskaði er fráboðaður. Løgreglan sigur, at talan er um teir vanligu vindskaðarnir, rútar, sum eru farnir, húsaklædningar og takrennur, sum er loysnaður og sovorðið.

 

Løgreglan heitir samstundis á fólk um at taka tað inn, sum liggur leyst.