Hava felt pólska forsætisráðharran

Ein meiriluti í pólska tjóðartinginum hevur felt forsætisráðharran í Póllandi á eini misálitisatkvøðugreiðslu.

 

Wojtek Radwanski/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Reuters. Harvið skal tingið velja nýggjan forsætisráðharra.

Tað varð roknað við, at Morawiecki fór at tapa atkvøðugreiðsluna.

Fyrrverandi forsætisráðharrin og ES forsetin Donald Tusk hevur ein meiriluta aftan fyri seg eftir valið í oktober.

Á valinum gjørdist nationalkonservativi flokkurin Lóg og Rættvísi (PiS) størsti flokkur við 35 prosentum av atkvøðunum.

Men uttan samgongufelagar í tjóðartinginum, kann flokkurin við 194 av 460 sessum í tjóðartinginum ikki verða sitandi við stjórnarvaldinum.

 

##med2##

Teir tríggir ES vinarligu andstøðuflokkarnir hava tilsamans 248 sessir og hava gjørt eina samgonguavtalu.

 

 

Wojtek Radwanski/AFP/Ritzau Scanpix