Hava eisini føroyskt fótbóltsfelag í Odense

Fótbóltur: Føroyska felagið Magn samstarvar við íslendingar og grønlendingar

ODENSE: Síðsta vetur avgjørdu føroyingar í Odense at stovna ítróttarfelag. Menninir sum higartil høvdu spælt fótbólt bara fyri at hugna sær saman við øðrum føroyingum hildu, at nú var tíðin komin til at taka tað meira í álvara.

Roknað varð eisini við, at við nýggja felagnum, føstu venjingartíðunum fóru úrslitini til FM-kappingarnar í Danmark at gerast betur.

Felagið Magn varð stovnað í november mánaða 1996, og tá Kemilux International segði ja til at verða sponsor, varð alt komið uppá pláss.

Tað er krav til nýggj lið, at tey byrja í lægstu deildini, og tí leikti Magn í seriu 5 kappingarári 1996 Leikaratilfarið var sera gott til ta deildina, og tá avtornaði og bólkarnir skuldu gerast upp var Magn á fyrsta plássi.


Roknaðu

við skrædli

Kappingin í seriunum er soleiðis skipa, at liðini á fyrsta plássi skulu leika um Fynsmeistaraheiti í seriu 5. Eisini hetta gekk framúr væl, og tá avtornaði var Magn fynsmeistari í seriu 5.

Á leiðini luttók liðið í steypakappingini. Í fyrsta umfari leiktu teir móti Marslev úr seriu 2. Henda dystin vann Magn 3-2 og tað vóru glómur í Marslev leikarunum eftir dystin. Í næsta umfari komu Magn leikararnir niður aftur á jørðina tá teir taptu 10-2 móti Fynsseriuliðnum hjá OKS.

Tá farast skuldi undir kappingina í ár sá ørvísi út. Ikki færri enn 8 av føstu leikarunum frá í fjør vóru burtur ­ flestu teirra fluttir. Roknað var tí við skrædlið tá farið varð undir kappingina í ár, tí kappingin í seriu 4 er munandi harðari enn í seriu 5.

Og rætt var. Aftaná tríggjar sigrar tapti liðið næstu 10-12 dystirnar á rað. Ikki fyrr enn í teimum seinastu báðu umførunum fótaði Magn sær aftur og vann ávikavíst 6-5 og 7-6. Eisini í ár var liðið við í steypakappingini, men kom ikki longur enn til fyrsta umfar har teir taptu 10-2 móti Chang.


Samstarv nú

við aðrar

Sum fyrr nevnt fluttu fleiri av stuðulsleikarunum úr Odense eftir síðsta kappingarár og fyri at bøta um hetta var samstarv fingið í lag við íslendingar og grønlendingar. So frá at vera eitt føroyskt lið var nú talan um eitt norðuratlantiskt lið. Trý vóru tungumálini og har var ein málageipan. Føroyskt, íslendskt og grønlendskt hvørt um annað. Tó má sigast, at tá liði var samanspælt og tær málsligu forðingarnar vóru burtur fekk liðið bara heilt væl burturúr.

Tað er longu greitt, at norðuratlantiska samtarvið á fótbóltsvøllinum heldur fram næsta ár.