Hava brúk fyri 60 til 80 fólkum um árið – í fleiri ár

Longu nú mangla tey nógv fólk

Tilsamans hevur Almannaverkið eini 960 fólk í starvi á trivnaðarøkinum. Og av teimum arbeiða 163 fólk, sum stuðlar hjá fólki, sum hava brúk fyri tí. Tað eru 82 fulltíðarstørv.

 

Tað upplýsir Almannaverkið fyri Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Tjóðveldi um at tryggja fólki nøktandi vælferðartænastur í framtíðini

 

Almannaverkið sigur, at hesi seinastu fimm árini er Almannaverkið vaksið við 50 fólkum um árið í miðal og heldur virksemi fram sum nú, skulu vit vænta sama starvsfólkavøkstur fleiri ár fram.

 

Harafturat fara 20 - 30 starvsfólk frá fyri aldur um árið og sostatt hevur Almannaverkið tørv á 60 til 80 starvsfólkum um árið - í fleiri ár fram, sigur Almannaverkið. Og tey leggja afturat, at longu nú er støðan tann, at tey mangla skikkað starvsfólk - og starvsfólk yvirhøvur, til fleiri av teirra tilboðum.