Hava brúkiligan upsafiskiskap

Flestu partrolarapør fiska upsa, men okkurt parið roynir eftir svartkalva.

- Flestu partrolarapørini eru til fiskiskap, og í løtuni er upsafiskiskapurin brúkiligur. Men, partrolararnir fáa lítla og onga hjáveiði. Okkurt parið roynir eftir svartkalva. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý partrolarapør fiska gulllaks.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, nú tey hava gjørt sær sínar metingar fyri, hvussu gongdin verður í næstu viku. 

 

Í dag eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Skipini, sum væntandi landa fyrst í næstu viku, fiska mest svartkalva og kongafisk. Restin av partrolarunum liggja við bryggju.

 

- Tveir trolbátar eru á landleiðini og koma helst inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku. Teir hava eina blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku.

 

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar eisini fiska norðan fyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av upsa og flatfiski. Nakrir trolbátar fara væntandi út nú um vikuskiftið.

 

- Eitt garnaskip fiskar svartkalva og kemur helst inn at landa síðst í vikuni. Teir hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku, og eitt triðja er í løtuni á beding, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.