Hava borið við olju á Pil fundinum

Faroe Petroleum fegnast um at boða frá, at nú er liðugt at bora síðusporsbrunnin, ið er ein metingar- brunnur á Pil olju- og gassfundinum (Faroe 25%) í Norskahavinum.

Faroe Petroleum fegnast um at boða frá, at nú er liðugt at bora síðusporsbrunnin, ið er ein metingar- brunnur á Pil olju- og gassfundinum (Faroe 25%) í Norskahavinum.

 

Tað sigur felagið í tíðindaskrivi í morgun:

 

Endamálið við Pil síðusporsbrunninum var at meta um tað fanst meiri kolvetni framvið Pil strukturinum og eisini djúpari enn í tí upprunaligi Pil brunnurin, har olja og gass er staðfest. Borað varð niður á eitt samlað dýpi upp á 3.996 metrar. Eftir at umfatandi kanningar eru gjørdar, vísir úrslitið av boringini, at komið er fram á sera góðan oljuberandi sand. Fyribils dáta benda á eitt kolvetnisberandi goymslugrýti, ið er umleið 80 metrar tjúkt.

 

Sum boðað frá í tíðindaskrivi tann 6. mars 2014, kom Pil brunnurin ígjøgnum kolvetnisberandi goysmlugrýti við einari tjúgd upp á umleið 135 metrar av olju og 91 metrar av gassi (brutto). Ein útvinsluroynd máldi ein støðugan oljufloym upp á 6.710 tunnur av olju um dagin, sum gevur greiða ábending um eina sera burðardygga jarðargoymslu.

 

Ætlanin er at byrja bora ein síðusporsbrunn afturat í teimum komandi døgunum, fyri at kanna Bue leiti- miðið, sum kann leggja enn meiri nøgdir afturat Pil fundinum.

 

Pil leitimiðið liggur 33 km frá Njord framleiðslueindini, sum Faroe eigur 7,5% av. Stutta frástøðan gevur møguleika fyri at íbinda Pil til Njord framleiðslueindina.

 

VNG Norge (30%) er fyristøðufelag. Hini feløgini, sum luttaka í boringini eru Spike Exploration Holdings AS (30%) og Rocksource Exploration Norway AS (15%). Transocean Arctic boripallurin verður nýttur til boringarnar.

 

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er sera fegið um at boða frá tí sera væleydnaða síðusporsbrunninum á Pil fundinum, sum prógvar, at tað eru enn fleiri møguleikar í hesum longu týðandi fundi. Brunnurin økir um virðið í hesum sera góða parti av Norskahavinum, og vit hava sum mál, at finna enn meiri møguleikar á hesum kjarnuøki.

 

Í næstum verður boðað frá úrslitinum av leitiboringunum á Bue leitimiðinum (Faroe 25%), ið liggur tætt við Pil, og frá Butch East (Faroe 15%) í norska Norðsjónum