Hava biðið sakførara kanna Gjaldsstovuna

Sumbiar Kommuna hevur sett kanningar í verk, sum fara at fáa stóran týdning fyri rættartrygdina hjá øllum kommunum í Føroyum

 

Rættartrygd


Hevur Gjaldsstovan loyvi til at afturhalda kommunuskatti hjá kommununum, uttan at tær hava givið loyvi til tað?

Hetta er spurningurin, sum Sumbiar Kommuna nú vil hava svaraðan.

Kommunan hevur biðið sakførara kanna, um Føroya Gjaldsstova hevur heimild til at draga ymisk gjøld frá kommunuskattinum hjá kommunununum, uttan at tað er eftir greiðari avtalu við kommunurnar.

Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at tað kemur oftani fyri, at tá ið kommunurnar fáa kommunuskattin utgoldnan, hevur Gjaldsstovan fyrst drigið ymisk gjøld frá, sum kommunan hevur at betala.

Beinleiðis orsøkin til, at Sumbiar Kommuna nú hevur beitt sakførara á Gjaldsstovuna, er, at hon hevur drigið eina stóra upphædd frá kommunuskattinum hjá Sumbiar Kommunu, uttan at kommunan hevur givið loyvi til tað og sum kommunan harafturat ikki er sinnað at betala.

Talan er um eina rokning, sum Landsverkfrøðingurin hevur sent Sumbiar Kommunu fyri asfaltering í kommununi.

Sumbiar Kommuna og Landsverkfrøðingurin eru ósamd um rokningina, men Gjaldsstovan ger ikki mætari enn at hon dregur upphæddina frá kommunuskattinum, áðrenn kommunan fær skattin útgoldnan.

?Áðrenn, vit fóru undir asfalteringina, bóðu vit Landsverkfrøðingin um eina leyðsliga meting av, hvat tað fór at kosta. Men tá ið vit fingu rokningina, var hon so stór, at hon á ongan hátt stóð mát við kostnaðarmetingina, sigur Jacob Vestergaard.

?Vit halda als ikki, at tann tænasta, vit hava fingið frá Landsverkfrøðinginum á nakran hátt stendur mát við rokningina, vit hava fingið.

?Tilsamans var rokningin frá Landsverkfrøðinginum upp á 800.000 krónur, men kommunan er ikki sinnað at betala meiri enn áleið helvtina.

? Men tá ið kommunan ikki vil betala, ger Landsverkfrøðingurin ikki mætari, enn at hann sendir Gjaldsstovuni rokningina og biðjur hana draga eftirstøðuna frá kommunuskattinum, áðrenn kommunan fær hann útgoldnan.

? Og tað hevur Gjaldsstovan gjørt fyri ein part, tó at hon ikki enn hevur drigið alla eftirstøðuna frá, sigur borgarstjórin.


Ongin rættartrygd

Jacob Vestergaard sigur, at eftir hansara tykki er hetta at taka rættartrygdina, sum øll onnur í samfelagnum hava, frá Sumbiar Kommunu.

Og letur slík mannagongd seg gera, er hetta fullgott prógv um, at rættartrygdin hjá kommununum yvirhøvur er ikki til staðar.

? Tá ið Landsverkfrøðingurin ikki fær peningin við góðum frá okkum, tí vit eru ósamd um rokningina, ger hann ikki mætari enn at hann fær Gjaldsstovuna at vera innkrevjara fyri seg og at fara í kassan hjá kommununi eftir pengunum.

Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin og Gjaldsstovan gera hetta neyvan uttan so at tey halda, at tey hava heimild til tað.

? Men vit halda framvegis, at hetta er at taka rættartrygdina frá okkum. Heldur Landsverkfrøðingurin seg hava pening til góðar hjá okkum, eigur hann at fara sama veg, sum øll onnur fara í slíkum málum og tað er ígjøgnum rættarskipanina, tí rætturin er amboðið, vit hava til slík mál í einum samfelagi sum okkara og tí skuldi Landsverkfrøðingurin stevt okkum eftir pengunum.

Jacob Vestergaard sigur, at Sumbiar Kommuna tí hevur biðið sakførara kanna, um Gjaldsstovan hevur heimild til at afturahalda kommunuskatti undir slíkum umstøðum, uttan at kommunan hevur givið tils-gn um tað, ella beinleiðis er dømd til at gjalda.

? Er niðurstøðan, at Landsverkfrøðingurin ikki hevur heimild til tað, er ætlanin at stevna Gjaldsstovuni eftir pengunum.

? Vísir tað seg hinvegin, at Gjaldsstovan hevur heimild til tað, eru kommunurnar rættiliga illa fyri og so eigur málið at verða tikið upp.

Hetta er sostatt eitt prinsippmál, sum Sumbiar Kommuna nú vil hava avgjørt.