Hátíðarløta var í Tannlæknastovuni í høvuðsstaðnum í dag, har fýra starvsfólk hava í ár arbeitt tilsamans í 125 ár.
Tær fýra, ið vórðu fangaðar í dag vóru Ann-Britt Midjord, Karla Dahl, Alma Hansen og Jóna Thomsen.
Ann-Britt Midjord var í hesum høpinum tann, ið hevði minst royndir, tó at hon tann 11. september hevði starvast í tjúgu ár sum klinikkassistentur á stovninum.
Síðani vóru tað tvær, ið høvdu starvast í tretivu ár á stovnum.
Karla Dahl kundi 1. juni hátíðarhalda sín 30. ára starvsdag, og eins og Ann-Britt Midjord, so hevur Karla Dahl hesa tíðina starvast sum klinikkassistentur.
Tað hevur Alma Hansen eisini gjørt, tó at hon frá 1990 hevur virkað sum tannrøktari. Tá hon fekk starv í Tannlæknastovuni í 1985, var tað tó fyrst sum klinikkassistentur.
Seinasta starvsfólki er Jóna Thomsen, ið eisini hevur drúgvastu starvstíðina. Jóna Thomsen varð nevniliga sett í starv í Tannlæknastovuni 10. februar 1970 og hevur sostatt arbeitt á stovninum seinastu 45 ár.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, var til staðar á løtuni, har hann bar fram røðu og handaði gávur til tey fýra starvsfólkini fyri drúgva tænastu.










