Hauge í Gongini Djernis hevur seinastu vikuna verið í Hetlandi. Har hevur hann vitjað ymsastaðni runt á oyggjunum. Men seinnapartin í gjár legði hann frá landi og setti kós móti Føroyum.
Træseglskipini, ið hava verið í Danmark og hátíðarhildið 100 árini fyri føroyska flagginum, komu til Hetlands fyrr í vikuni. Tey løgdu eisini frá landi úr Hetlandi í gjár, og Hauge í Gongini Djernis fylgist við teimum.
Hauge í Gongini Djernis er 22 ára gamal og hálvur føroyingurin. Seglbáturin, hann siglir við, er ein Sagitta 35, sum er 10 metrar langur. Báturin er 50 ára gamal.
Ferðin hjá Hauge í Gongini Djernis byrjaði annars í Keypmannahavn 3. mai, tá ið hann fór úr danska høvuðsstaðnum. Hann sigldi til Norðursælands, áðrenn hann fór yvirum til Svøríki. Haðani fór hann tvørtur um Skagerak og kom til Risør í Norra. Síðani hevur hann siglt innanskers í Norra, til hann kom til Haugesund. Frá Haugesund sigldi hann til Lerwick í Hetlandi, har hann hevur dvølt í eina góða viku.
– Eg kundi siglt skjótari, men eg ynskti eisini at uppliva náttúruna, bæði tey norsku fjøllini og firðirnar. Eg ynskti eisini at uppliva náttúruna í Hetlandi, sigur Hauge í Gongini Djernis.
Les eisini Hauge í Gongini Djernis komin til Hetlands.