Haugaard noyddur í pensjón

Kendi undirhaldarin hevur livað sum pensjónistur seinasta árið

68 ára gamli Jacob Haugaard, sum er hálvur føroyingur, hevur havt eitt ár sum ongantíð áður í lívinum. Vanliga er hann sera virkin sum undirhaldari og ferðast kring Danmark at framføra, men síðani mars í fjør hevur hann fyri tað mesta verið heima, tí umstøður hava ikki verið til alment undirhald og framførslur.

– Eg havi altíð verið á ferð og á veg til næsta stað at framføra. Í 30 ár á rað havi eg koyrt umleið túsund kilometrar um vikuna. Eg havi verið sum sjómaðurin, sum hevur verið burtur stóran part av tíðini, sigur Jacob Haugaard við Sosialin um vikuskiftið.

– Eg eri 68 ára gamal, og eg helt ikki, at nakrantíð fór at lata meg pensjónsera, men hetta seinasta árið hevur einki verið, og tí havi eg fingið kensluna av at vera pensjóneraður, sigur hann.

Avmarkingar í gerandislívinum hava givið Haugaard stundir og høvi at gera ymiskt, hann ikki plagar at gera so nógv við.

– Eg havi gjørt tónleik, málað og skrivað eitt sindur. Eg og konan hava eisini verið fleiri túrar við bilinum. Vit koyra avstað og finna okkurt gott stað at steðga á, og so hava vit eitt sindur av kaffi og breyði við. Tað hava verið nakrir sera góðir túrar, sigur hann.

Longri samrøða við Jacob Haugaard kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.