Hatur fekk hann at myrða Onnu Lindh

Tað vóru ikki røddir inni í høvdinum, sum fingu svenska serban Mijailo Mijailovic at myrða svenska uttanríkisráðharran Onnu Lindh fyri átta árum síðani. Tað var annars hansara frágreiðing, tá hann var í rættinum, men í samrøðu við blaðið Expressen sigur hann nú, at hann hataði allar politikarar og tí gjørdi av at beina fyri Onnu Lindh.

-Eg hoyrdi ongar røddir. Tað var bara uttanumtos. Eg hataði politikarar, bæði svenskar og serbiskar, sigur tann 32 ára gamli Mijailovic, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri drápið.

Um orsøkina til at hann hataði politikarar, sigur Mijailo Mijailovic, at hann hevði einki lív. Hann livdi av almennum stuðuli, hevði onga útbúgving, onga framtíð. Hann hevði heldur einki arbeiði, ongan bil, ongar vinir, ongan møguleika. Í hansara eygum vóru politikararnir rótin til alt ilt.

-Hví skuldu teir stýra lívi okkara, og hví skuldu vit bara dansa eftir teirra pípu? Í dag dugi eg at síggja, at tað var ikki rætt at geva politikarunum skyldina av, at ein ikki megnaði nakað sjálvur, sigur Mijailovic við Expressen.

Mijailo Mijailovic, sum er føddur í Svøríki, men hevur serbisk foreldur, myrdi Onnu Lindh í einum handilshúsum í Stockholm í september í 2003.