Maðurin, sum seinnapartin týsdagin skjeyt tvær ferðir móti einum perkeraðum bili í R.C. Effersøesgøtu, varð seinnapartin í gjár framstillaður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.
Skuldsetingin var í trimum punktum.
Í fyrsta lagi er maðurin skuldsettur eftir §252 fyri »ved grov kådhed eller på anden lignende vis« at hava »bragt personer i overhængende fare«, í øðrum lagi eftir §266 at hava framt hóttanir eftir lívinum og í triðja lagi eftir §291 at hava framt grovt herverk.
Maðurin kundi viðurkenna skuldsetingarnar, men kundi ikki játta seg sekan í §§252, 261 og 291, stk 2.
Dómarin noktaði einari áheitan frá verjanum um afturlatnar hurðar, men setti fram navnabann og tað merkir, at miðlar ikki mugu nevna navnið á skuldsetta manninum, viðkomandi vitnum og heldur ikki nevna persónlig viðurskifti, sum á nakran hátt kunnu geva ábendingar um, hvørji hesi eru.
Skuldsetti maðurin greiddi frá, at hann væl visti, hvør átti umrødda bilin. Saman við trimum vinmonnum hevði hann verið úti og eti, og síðani koyrdu teir ein biltúr. Í bilinum varð tosað um at ræða eigaran av bilinum, men at ætlanin tó bert hevði verið um at skjóta forlyktirnar inn ella okkurt líknandi.
- Ætlanin var bara, at bileigarin skuldi klóra sær í høvdinum og spyrja seg sjálvan hvat var hent, tá hann sá tað, førdi skuldsetti fleiri ferðir fram.
Teir høvdu fleiri ferðir koyrt fram við bilinum, sum alla tíðina stóð parkeraður framman fyri bygningin í R.C. Effersøesgøtu, har Kommunusamskipan Føroya heldur til.
Royndi tvær ferðir
Onkursvegna kemur ein luftbyrsa, sum ein í bilinum eigur, upp á tal, og tá er tað hugskotið birtist at nýta hesa luftbyrsuna at skjóta móti bilinum við.
Talan er um eina Airforce 200 bar luftbyrsu við kikarasikti. Hon nýtir vanlig høgl, sum kunnu keypast í handlunum.
Koyrt var síðani heim til tann, sum eigur luftbyrsuna, og har royna teir so at trekkja hana upp nakrar ferðir. Hon var eitt sindur trek, tí tað var langt síðani hon var brúkt. Teir royndu so at lata eitt skot av við ongum høgli í, bara við luft, og tað tóktist rigga.
Í bilinum ladar skuldsetti so við einum høgli. Teir koyrdu so nakrar ferðir framvið parkeraða bilinum. Skuldsetti sat vinstru megin á baksetrinum.
So tá tað er rímiliga menniskjatómt, rulla teir høgra bakrút niður, og meðan teir spakuliga koyra fram við, stingur skuldsetti byrsupípuna út gjøgnum opna rútin og skjýtur móti bilinum.
Tað tóktist kortini sum einki hendi. Teir koyra tí niðan til rundkoyringina við SMS og venda oman aftur. Heldur ikki nú duga teir at síggja, at nakað er hent við parkeraða bilinum, so teir halda fram og koyra oman til rundkoyringina við Havnagøtu, har teir venda og koyra niða aftur.
Tá teir framvegis eingi fólk síggja, verður gjørt av at royna einaferð aftrat. Aftur verður koyrt spakuliga fram við parkeraða bilinum, og skuldsetti skjýtur. Nú ljóðar eitt hart brak og teir síggja, at síðurúturin aftan er farin í sor. Teir gerast ógvuliga skakkir og kvika sær burtur frá staðnum.
- Eg trúði ikki, at ein luftbyrsa kundi gera so stóran skaða, segði skuldsetti.
Bønaði og bað
Teir koyrdu so heim aftur við luftbyrsuni og síðani á eitt bilverkstað, tí okkurt í bilinum var farið at leka.
Skuldsetti trúði kortini, at málið fór at dosna niður og at ikki meiri fór at henda. Men so ringir ein vinmaður og spyr, um hann hevur hoyrt um bilin hjá NN. Tá hann ikki sigur seg vita nakað greiðir vinmaðurin frá, at økið kring bilin er avsperrað og har íðir við løgreglufólki og -bilum.
Skuldsetti koyrir síðani framvið staðnum aftur og fær seg ikki at trúgva øllum hóvastákinum, ið verður gjørt burtur úr. Tá gjørdust teir skelkaðir, og álvarsemið í hendingini byrjaði at ganga upp fyri teimum.
- Tit mugu skilja, at hetta ongantíð var meiningin, segði skuldsetti mestsum bønandi við dómara og ákæra.
Hann helt, at málið varð blást burtur úr øllum samanhangi av fjølmiðlunum.
- Vit keddu okkum bara og ætlaðu at ørðkymla hann, segði ákærdi.
Ákærin, Finn Ougaard, vísti síðani á, at luftbyrsan var so kraftig, at skotið var farið gjøgnum báðar aftaru síðurútarnar og víðani inn í múrin á bygninginum aftan fyri, har týðiligt merki við glassplint frá rútinum sást 1,72 metrar upp frá gøtustøði. Hann segði víðari, at ein teknikari úr Danmark í dag skuldi koma til Føroya at gera tekniskar kanningar av staðnum og meta um, hvussu vandamikil hendingin í veruleikanum hevði verið.
Hann bað tí dómaran um at leingja handtøkuna við upp til tríggjar ferðir 24 tímar.
Verjin, Óla Jákup Kristoffersen, kravdi hinvegin, at skuldsetti varð leyslatin. Hann vísti á, at skuldsetti bert hevði í kvittanum at gera eitt lítið herverk, og at ákæruvaldið hevði framt allar viðkomandi avhoyringar.
Somuleiðis vísti hann á, at løgreglan longu hevði umrøddu luftbyrsu í varðveitslu, og tí kundi gera allar tekniskar kanningar, teimum lysti. Og at hetta kundi eins væl gerast, um skuldsetti sat í arrestini ella heima.
Men hóast maðurin mest sum bønaði og bað dómarin um ikki at leingja handtøkuna, tí hann var á markinum til nervasamanbrot, so metti dómarin, at grundarlag var hjá ákaruvaldinum at fáa longda handtøku, og tað varð so gjørt við upp til tríggjar ferðir 24 tímar.